Tiltrongdar broytingar í FIFA

Mark verður sett á hvussu leingi FIFA forsetin kann sita, og konufólk skulu sleppa framat

Evsta valdið í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, kunngjørt nakrar tiltrongdar broytingar í reglugerðini.

 

Fyrst og fremst, so kann FIFA forsetin í framtíðini bara sita í trý valskeið. Sepp Blatter, sum í løtuni er í holt við sínar seinastu mánaðir sum forseti, hevur sitið heili fimm valskeið. Tað er ein støða, sum evsta valdið í FIFA ikki ynskir skal henda aftur.

 

Somuleiðis, so skal ein komandi FIFA forseti góðkennast av eini nevnd. Hetta fyri at tryggja sær, at viðkomandi er egnaður til postin sum forseti í FIFA. Hetta verður eisini galdandi fyri av leiðandi størvunum í FIFA.

 

Somuleiðis bleiv viðtikið, at tað skulu fleiri kvinnur í leiðandi størv í fótbóltssamgongunum. Eisini verður mælt til størri gjøgnumskygni í lønar og eigaraviðurskiftum.

 

Á fundinum bleiv eisini tosað um, at HM frá 2026 skal rúma 40 lond – í mun til 32 í løtuni. Hendan avgerðin bleiv útsett, tí mett verður at hetta ein so mikið stór avgerð, at málið skal viðgerast gjølla áðrenn.

 

Viðmerkjarar meta hetta sum startskotið til eitt nýtt FIFA.