Tá føroyski boksarin Sarah Mahfoud var yngri, gekk hon til karate. Einaferð fór hon á eina ítróttarmessu í Hillerød, og hendan vitjanin broytti alt. Hon kom framvið boksibási, og hetta kveikti hennara áhuga fyri boksing. Hon fór til venjing í einum boksifelagi, har hon var ein av tveimum gentum í felagnum. Her bleiv hon beinanvegin bitin av boksingini, hóast tað ikki gekk so væl hjá henni at byrja við.
Í 2016 luttók Sarah Mahfoud í dansikappingini fyri kend í Danmark, Vild Med Dans. Hon vann kappingina og bleiv harvið av álvara eitt kend andlit í Danmark.
Hennara luttøka í Vild Med Dans vísti seg at hava avgerðandi týdning fyri hennara yrkisleið, tí tað var aftaná hetta, at hon fekk sáttmála við undangongumannin og boksifyriskiparan, Mogens Palle og dóttur hansara Bettina Palle.
Tey løgdu merki til føroyska boksaran gjøgnum sendingina og settu seg í samband við hana fyri at fáa sáttmála í lag. Uppá hendan mátan fór Sarah frá at vera amatørboksari til at blíva yrkisboksari, og herfrá byrjaði dreymurin um eitt VM-heitið.
Í dag kann stóri dreymurin hjá føroysku Sarah Mahfoud so endiliga blíva til veruleika. Vinnur hon boksidystin móti Brenda Karen Carabajal í kvøld, verður hon heimsmeistari í sínari grein, fjaðurvekt. Dysturin byrjar klokkan 18 í kvøld, og in.fo verður á staðnum.