Jack hevur bygt aliringar í Føroyum og uttanlands

Síðan hann var 22 ára gamal, hevur hann fingist við plast. Men, tað var meira av tilvild, at hetta gjørdist hansara lívsstarv.

 

 

 

Jack Petersen á Eiði hevur í fleiri ár havt veitingar til alivinnuna, og her hevur hann serliga arbeitt við plasti, sum verður brúkt til aliringar og seruppgávum av ymiskum slag. Umframt at hava veitingar til alivinnuna, ger fyritøkan eisini uppgávur fyri eitt nú land, kommunur og fyritøkur í samband við ymiskar rør-og vatnskipanir. 

Gjøgnum árini hevur hann eisini gjørt nógvar uppgávur fyri KJ á Kamsdali, sum er veitari av aliringum, og hann hevur arbeitt fyri føroyskar alifyritøkur, bæði við nýgerð og viðlíkahaldi. 

- Vit hava sveisað nógvar aliringar saman, og hetta hevur saman við viðlíkahaldi av aliringum verið høvuðsparturin av okkara virksemi.  

Jack Petersen vísir á, at tá plastrørini liggja leingi í sjónum og gerast gomul og slitin, viknar elastisiteturin í teimum, og sólarljósið ger eisini sítt til, at rørini vikna. Tískil er neyðugt við regluligum viðlíkahaldi. Ein partur av arbeiðnum er eisini at skera gomul rør sundur til burturbeiningar. 

 

- Alivinnan er bevíst um umhvørvi, og tískil skal tilfar, sum ikki verður brúkt meira í alivinnuni, burturbeinast á rættan hátt, sigur hann. 

 

Síðan hann var 22 ára gamal, hevur hann havt egna fyritøku, sum hevur fingist við plast. Men, tað var meira av tilvild, at hetta gjørdist hansara lívsstarv. Sum ungur hevði hann ein føroyskan bát, og eitt skifti róði hann út í Havn. Ein dagin, hann stóð úti og egndi í kavaroki, kom ein eldri norðmaður framvið. Hann helt ivaleyst, at tað mundi vera ein løgin, men kanska eisini eitt sindur harður knassi, sum stóð úti og egndi í hesum veðrinum. 

Jack og norðmaðurin komu í prát. 

 

- Tá vísti tað seg, at norðmaðurin fekst við at gera aliringar í Føroyum. Hann bjóðaði mær at hjálpa sær, og her lærdi eg at arbeiða við plasti. Tá hann ikki orkaði at reka fyritøkuna meira, bjóðaði hann mær at keypa, samstundis sum hann helt fram at arbeiða hjá mær. Tá var eg blaðungur, og nú eri eg 50, sigur hann brosandi. 

Arbeiðið, sum Jack Petersen ger við plasti og sveisingum, er góðkent eftir norskum krøvum og standardum. - Hetta er eitt sjálvsagt krav í alivinnuni, har stór virði skulu goymast í sjónum, og hetta er eisini eitt sjálvsagt krav, sum tryggingarfeløgini seta.  

 

##med2##

Fyritøkan hjá honum sveisar eisini jarn og stál, men tá er talan mest um smáttarí og vanligt viðlíkahald av eitt nú besløgum til aliringar og øðrum slíkum. - Vit sveisa jarn og stál, tá vit verða bidnir um at gera tað, leggur Jack Petersen aftrat. 

 

Tað eru bæði kostnaðarmikil og tung avboð, sum verða brúkt til tað arbeiði, sum fyritøkan hjá eiðismanninum ger, men kortini verður arbeitt kring um alt landið. - Vit hava serligar sveisimaskinur, har onkrar eru stórar og tungar og ikki mannbarar hjá einum manni, og vit hava eisini smærri maskinur, ið eru lættari. Tey víðu rørini og teir stóru aliringarnir krevja stórar maskinur. Alt veldst um, hvørjar uppgávurnar eru, sum vit skulu loysa, sigur hann. 

 

Jack Petersen hevur ikki bara arbeitt í Føroyum. Hann hevur eisini verið uttanlands, eitt nú í Íslandi, Skotlandi og Írlandi, og tá hevur fyritøkan hjá honum arbeitt sum undirveitari hjá KJ á Kambsdali. - Eg havi eina lítla fyritøku við 4-5 fólkum, tá mest er at gera. Viðhvørt er nógv at gera, og viðhvørt er minni, sigur fryntligi maðurin á Eiði.