Mikukvøldið vórðu fyrru dystirnir í triðja innleiðandi umfarinum í europeisku meistarakappingini spældir. Veikastu liðini, t.d. HB og Haka úr Finnlandi eru sáldaði frá, og nú stendur stríðið um plássini í bólkaspælinum, har upphæddirnar eru stórar fyri at taka lut, og har fíggjarliga úrtøkan burturúr ítróttarliga góðum avrikum er so stór, at hon kann tryggja fíggarliga grundarlagið undir lutvíst smáum feløgum í fleiri ár fram í tíðina.
Danir vilja so ógvuliga fegnir teljast millum teir stóru í europeiskum fótbólti, men mikukvøldið fingu bæði AaB og Brøndby ein beint frammaná, og í gjáramorgunin vaknaði danski fótbóltsheimurin upp við ringum timburmonnum. Danir mugu stutt sagt staðfesta, at teir eru ikki nóg góðir til at kappast móti teimum bestu.
Uppgávan hjá AaB varð mett torførari enn tann hjá Brøndby, og enn eina ferð vísti Dynamo Kiev seg at vera ov stórur biti hjá donskum fótbólti. Ukreinararnir vunnu 2-1 í Aalborg, og dysturin annað mikukvøld tykist nú bara vera ein avgreiðsluspurningur.
Vónbrotið í Brøndby var størri enn tað í Aalborg. Úrslitið var tað sama móti portugisiska Boavista FC, sum varð mett at vera eitt veikari mótstøðulið enn ukreinska meistaraliðið.
Norsku meistararnir Rosenborg, sum koma úr Tróndheimi, ið er vinarbýur hjá Klaksvíkini, hava við framúr góðu avrikunum undanfarin ár tryggjað sær rætt til bólkaspælið uttan at taka lut í innleiðandi umfarinum. Úrslitini hjá hinum norðurlendsku liðunum mikukvøldið benda á, at tað verður torført hjá øðrum liðum úr Norðurlondum at røkka bólkaspælinum. Undantakið er AIK úr Svøríki, sum greiddi málleysan javnleik á útivølli móti AEK Athen. Molde FK úr Noregi spældi málleyst á heimavølli móti Real Mallorca, og tað verður neyvan nóg mikið um tvær vikur.
Galsgow Rangers, sum sendi finska Haka úr kappingini, megnaði at vinna 2-0 á heimavølli móti Parma úr Italia. Hetta varð mett sum eitt av mest óvæntaðu úrslitunum. Skonti Riga, sum í 1992 sendi KÍ úr Europa Cup helt tørn á Stamford Bridge í London í 70 minuttir, so skrædnaði, og 3-0 sigurin hjá Chelsea ger, at tað undan dystinum í Riga annan mikudag er mest sum avgjørt, at London felagið sleppur upp í part millum teir stóru.
jh