EMI Records
So er Tina Turner aftur á vøllinum. Henda deiliga omman, ið sær betri út enn flestu ommubørn, tú kennir. Henda fantastiska sangarinnan, ið aftan á mótgang og undirgang reistist og gjørdist heimsins rock omma.
Tina hevur klassa. Hon hevur hasa stjørnu góðskuna, ið er so fáum beskorið at hava. ?Twenty Four Seven? fer tó neyvan at standa eftir, sum eitt av hennara stórverkum. Til tað eru ov nógv veik løg á fløguni. Í hesum føri er tað ein veikleiki. Tað nýtist tað ikki altíð at vera. Soleiðis var tað Mark Knopler, ið gav henni klassikaran ?Private Dancer? í 80?unum.
?Twenty Four Seven? er tó ein frálík fløga hjá teimum, ið dáma væl røddina hjá Tinu. Løgini glíða uttan størri hóvasták niðurum, og tey eru produserað eftir typiskum 90?ara leisti, har loops og teldustýrd mix gera alt so fikst.