Løgmansskrivstovan hevur síðan 2022 saman við Betri Trygging, Landsverki og uttanhýsis ráðgevum fyrireikað eina sjóhitaskipan, soleiðis at teir 22 bygningarnir hjá landinum í Tinganesi og aðrir bygningar í økinum verða hitaðir við sjóhita.
Tað upplýsir Løgmansskrivstovan í tilfarinum til frágreiðings løgmans á ólavsøku.
Verkætlanin verður mett at kosta tilsamans umleið 10 milliónir krónur, harav landið skal rinda sín lutfalsliga part. Fyrireikingarnar eru komnar væl áleiðis. Fyrsta stig er at seta á stovn eitt hitafelag, sum luttakandi partarnir skulu eiga í felag, og sum skal standa fyri felagsíløguni í sjógvinntak, pumpuskipan og infrakervi o.a. Arbeiðið verður væntandi boðið út í ár, og vónandi kann skipanin takast í nýtslu komandi ár.
– At leggja um frá upphiting við olju til sjógvhita er partur av grøna orkuskiftinum í Føroyum, har landið sjálvsagt eigur at ganga undan og vera ein virkin partur. Harumframt væntast umleggingin at spara landinum nakrar hundrað túsund krónur árliga, alt eftir hvussu høgir oljuprísirnir verða frameftir, soleiðis at íløgan verður vunnin inn aftur eftir ávíst áramál, stendur í frágreiðing løgmans.