Tingast um at skipa stjórn

Formaðurin í grikska vinstraflokkinum Syriza, Alexis Tsipras, fór í dag undir royndina at skipa stjórn, og ætlan hansara er at royna at skipa eina samgongu, sum skal havna tiltøkunum, sum ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin hava álagt Grikkalandi at seta í verk sum treyt fyri fíggjarligari hjálp.

Syriza er næststørsti flokkur aftan á valið, og flokkurin hevur fingið møguleikan at skipa stjórn, eftir at tann størsti flokkurin, Nýtt Demokrati, gavst við sínari roynd í gjár.

Tann 38 ára gamli Alexis Tsipras hevur tríggjar dagar til at royna at finna eina samongu. Hann hevur sagt, at hann ætlar sær at tosa við allar flokkar uttan nýnazistarnar.