Nú uppskotið, ið vann arkitektakappingina til eini nýggj tinghús, verður víst fram sum modell, ber betri til at gera sær eina mynd av, hvussu húsini fara at síggja út í umhvørvinum í miðbýnum í Havn. Ein teirra, ið var hjástaddur fríggjadagin seinnapartin, tá ið arkitekturin aftanfyri vinnandi uppskotið, Heidi Poulsen, greiddi tingfólki frá uppskotinum, var Finnur Helmsdal, tingmaður. Og honum dámar væl uppskotið til nýggja tinghúsið.
- Uppskotið er prýðiligt fyri umhvørvið, og tað eru eini vælvirkandi hús, men hvussu tey rigga í føroyska veðurlagnum er ein onnur søga. Skiftandi veðurlagið í Føroyum kundi givið nakrar trupulleikar, tí húsini og allur tingsalurin eru í glasi, sigur Finnur Helmsdal.
- Miðbýurin allur sum hann er er byggifrøðiliga so løgið settur saman. Har er eingin linja í, og verður uppskotið veruleiki kunnu vit tosa um fyrstu byggifrøðiligu linjuna. Partar av miðbýnum eru sera vakrir, men samanlagt er miðbýurin er vavgreytur.
- Eg skilji væl, at fólk halda tað er skeivt at taka gomlu tinghúsini niður. Men eg telist millum teirra sum halda, at tingfólk eiga at fáa eini onnur hús, sum eru meiri rúmshátt. Tinghúsið er alt ov trongt, salurin er ov lítil og har eru eingi høli at arbeiða í. Tingfólk hava uppiborið betri arbeiðsumstøður.
Um tað er rætt at brúka meiri enn hálvt hundrað milliónir krónur til eitt nýtt tinghús í hesum døgum, sigur Finnur Helmsdal.
- Tað eru nógvir pengar, men eg havi ta fatan, at tingstaðurin í einum landi skal vera nakað serskilt og nakað sum gevur ein boðskap um, at har fer fram nakað tignarligt. Føroyar eru skjótt tað einasta landið í Vestureuropa sum ikki hava ein slíkan stað. Eg trúgvi ikki, at vit sleppa undan at brúka minni enn 50 milliónir krónur um vit skulu gera hølisumstøðurnar hjá tingfólki betri og um tær skulu vera í samsvari við tingstaðir aðra staðni.
Finnur Helmsdal veit ikki, um undirtøka er millum tingfólk at fara í holt við at gera eitt nýtt tinghús í samsvari við uppskotið sum vann arkitektakappingina.
- Tað er vælumtókt millum tingfólk at tekkjast fólki við at hava eina støðu fyri ella í ímóti nøkrum, sum viðvíkur løgtinginum. Eg ivist ikki í, at onkur er ímóti at farið verður undir eini nýggj tinghús, men eg eri sannførdur um, at tað er ein løtuvinningur at vera ímóti. Eingin setir spurningartekin við tað sum onnur gera, men beinanvegin tað hevur okkurt við løgtingið at gera, so skal alt sáplast niður. Eitt nýtt tinghús koyrir okkum ikki á heysin, spurningurin er heldur, hvussu leingi føroyskir tingmenn skulu arbeiða undir so ússaligum umstøðum. Búskaparliga støðan fer ongantíð at vera so góð, at vit kunnu siga uttan at taka nakað frá nøkrum, at nú byggja vit eini nýggj tinghús.