Tingfólk vilja ikki lurta

Oddagrein

At løgtingið er ein løgin forsamling, hava vit so mangan fingið ein varhuga av. Í dag skuldi løgtingið endaliga samtykkja við triðju viðgerð málið um at leingja flogvøllin í Vágum.

Fyri nøkrum mánaðum síðani leikaðu fleiri tingmenn í, tí ein kanning um framtíðar flogvøll í Føroyum var á gáttini - og teir hildu tað vera skeivt at samtykkja eina útbygging av flogvøllinum í Vágum bara fáar mánaðir fyri, at tann frágreiðing verður almannakunngjørd.

Men hesum fingu teir ikki ljóð fyri - og nú hava fleiri teirra totalt broytt støðu. Bæði John Johannessen og Poul Michelsen fara nú at atkvøða fyri at leingja flogvøllin - og harvið sambært teimum sjálvum at skjóta ein framtíðar flogvøll eini 30-40 ár fram í tíðina. Sjúrður Skaale, sum var so samdur við teimum, er í farloyvi úr løgtinginum fyri at spæla kommediu, so hann hevur slett onga ávirkan á hetta málið, sum hevði so stóran týdning fyri hann fyri nøkrum mánaðum síðani. Hetta hendir so, nú bert tvær vikur eru eftir, til Landsverk fer at almannkunngera frágreiðingina um framtíðar flogvøll.

Nú er tað so, at í fleiri ár eru veðurmátingar gjørdar á Glyvursnesi og í Søltuvík fyri at kanna floglíkindini á hesum støðum. Hendan seinasta tíðin er brúkt upp á at greina upplýsingarnar, sum eru fingnir til vega í hesum mátingunum til tess at vita, hvar ein flogvøllur liggur best, tá ið hugsað verður, vind, turbulens, sýni og regularitet. Og arbeiðið er nú komið so langt, at í seinasta lagi um tvær vikur fæst at vita, hvussu floglíkindini eru á Glyvursnesi og í Søltuvík aftur ímóti í Vágum, segði stjórin á Landsverki við Rás2 í gjár.

Tað er einki ókent fyribrigdi í Føroyum, at ávís viðurskifti ikki skulu diskuterast. Vit skulu ikki diskutera, hvørt vit kunnu klára okkum við einum sjúkrahúsi, tí í Klaksvík og í Suðuroy skapa sjúkrahúsini virksemi. Somuleiðis er við flogvøllinum í Vágum, tað skal heldur ikki diskuterast, tí so endar flogvøllurin bara í Havn. Tað er væl skiljandi, at fólk hugsa soleiðis - og tað er eisini ein erlig sak í sær sjálvum. Men tað ger nú einki, um vit kortini kanna viðurskiftini - tí hvat nú, um tað til dømis ber til at gera ein nógv betri flogvøll á Glyvursnesi ella í Søltuvík? Skulu vit so ikki gera tað?

Tað kann væl ikki passa, at onkur roynir at trýsta flogvallarútbyggingina ígjøgnum løgtingið við beráddum huga, so frágreiðing um framtíðar flogvallarviðurskifti í Føroyum onga árvirkan fær - ella kenna tingfólk úrslitið frammanundan?

-----
Sosialurin