– Men tey missa tænstumannaeftirlønina
Tað er skjóta niðurstøðan úr álitnum, sum í morgun varð handað løgtingsformanninum um, hvussu lønar- og eftirlønarviðurskiftini hjá tingfólki skal skipast eftir næsta val.
Nevndin skrivar í álitinum, at lønarsamsýningin hjá løgtingslimum verður hækkað úr lønarflokki 34 (kr. 38.585 um mánaðin) til lønarflokk 36 (kr. 44.147 um mánaðin) hjá tænastumonnum landsins. Tað gevur eina lønarhækking upp á 5.562 krónur um mánaðin, sum svarar til 14,4 prosent. Men samstundis verður skattafría kostnaðarískoytið, sum løgtingsfólk fáa upp á 2.000 krónur um mánaðin, strikað.
Løgtingsfólk skulu ikki longur upptjena sær tænastumannapensjón, sum tey hava gjørt higartil. Men tey fáa 15 prosent í pensjónsinngjaldi.
Sambært galdandi skipan fáa tingfólk fulla tænastumannapensjón, tá tey hava sitið á tingi í 16 ár. Tá fáa tey 60% av lønini, sum er 23.151 krónur um mánaðin frá 67 ára aldri - og í ávísum førum frá 60 ára aldri. Hendan skipan verður tikin av.
Nevndin, sum hevur skrivað álitið, mælir til, at løgtingið samtykkir allar broytingarnar, sum bólkurin mælir til, í einum og ikki fer at pilka partar burtur úr uppskotinum.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sigur, at hann roknar við, at eitt lógaruppskot verður lagt fyri tingið eftir ólavsøku, so skipanin kann fáa gildi eftir næsta løgtingsval.