Tingfólk hækka ikki sín egna pesjónsaldur

Tingfólk hava hækkað pensjónsaldurin hjá øllum føroyingum undir 66 ár. Men ikki hjá sær sjálvum. Tingfólk kunnu enn pensjónerast, tá tey eru 60 ár

Hóast tað nú eru meira enn fimm ár síðani, at Løgtingið samtykti, at pensjónsaldurin hjá øllum føroyingum skal hækka fyribils eitt ár, og seinni enn meira, so hava tey ikki enn hækkað sín egna pensjónsaldur.

Tað skrivar Sosialurin í dag.

Løgtingssamtyktin um at hækka fólkapensjónsaldurin hevur sera stóra ávirkan á allar føroyingar. Tí eitt er, at tey nú mugu bíða í eitt ár eyka, til tey fáa fólkapensjón, og til tey fáa útgjald úr Samhaldsfasta, men fólk fáa heldur ikki sína egnu privatu pensjón frá pensjónsfeløgum, sum eitt nú Lív og Betri Pensjón, fyrr enn í fyrstu syftu eitt ár seinni.

Búskaparráðið hevur ført fram, at pensjónsaldurin má hækkast fyri at tryggja haldføri í búskapinum. Ráðið heldur, at pensjónsaldurin skal hækka enn meira og enn skjótari. Tað halda summir politikarar eisini. Men enn er eingin politikari komin í tankar um ella komin við uppskoti um, at pensjónsaldurin hjá politikarum eisini skal hækka – á sama hátt sum hjá øllum øðrum føroyingum.

Dømi eru um politikarar í Løgtinginum í dag, sum longu nú hava tryggjað sær lívslangar eftirlønir upp á yvir 40.000 krónur um mánaðin frá 60 ára aldri og restina av lívinum.

Lesið meira í Sosialinum, sum verður borin haldarum í dag, sum fæst í leysasølu kring landið og sum haldarar eisini kunnu lesa á www.sos.fo