Torført er at gita hvat hendir í morgin, tá ætlaða verkfallið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingum verður víðkað til at fevna um allar sjúkrarøktarfrøðingar á teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum, umframt at øll undantøk verða tikin aftur.
Í gjár var fundur í landsstýrinum har tey viðgjørdu støðuna og møguleikan fyri at krevja sjúkrarøktarfrøðingarnar aftur til arbeiðis við lóg. Kristina Háfoss segði við in.fo í gjár, at hon ikki kann góðtaka at sjúkrahúsini verða løgd lamin og lív sett í váða.
Einasti møguleiki at forða hesum, um tað ikki eydnast at fáa fakfelagið aftur til samráðingarborðið í dag, er at løgtingið við lóg samtykkir eitt uppskot til nýggjan sáttmála.
Páll á Reynatúgvu, tingformaður, upplýsir tó fyri in.fo, at hann enn onga áheitan hevur fingið um at kalla tingið saman.
- Eg kann ikki kalla tingið saman, um eg ikki hava fingið eitt uppskot. Eitt slíkt havi eg ikki fingið enn, sigur Páll á Reynatúgvu, tingformaður, ið tó upplýsir at tingið kann blíva kallað saman seinni í dag.
- Tingið kann blíva kallað saman við tveir tímar freist, umframt tað tíð tað tekur løgtingsfólkum at ferðast til tingið, sigur Páll á Reynatúgvu.