Í eini tíð har álitið á ikki bert politikararnar men eisini á alla ta politisku skipanina sum heild hevur verið sera lítið og ringt, er tað bæði rætt og gott, at stig verða tikin til tess at bøta um hetta vána álit. Beinleiðis sendingar úr tinginum kunnu vera við til at byggja uppaftur álitið á okkara politisku skipan. Tað er greitt at skulu vit føroyingar til at taka størri ábyrgd av okkum sjálvum, so er altavgerandi, at kluftin millum politikararnar og vanlig fólkið má verða fylt uppaftur. Tað er vissuliga neyðugt at byggja brúgv millum tingið og so fólkið, nú eftir at so nógvar brýr vórðu brendar í 80-unum og í 90-unum við.
EIN kann so spyrja, hvussu beinleiðis sendingar úr tinginum kunnu bøta uppá mista álitið! Sjálvandi skal hetta hetta takast við fyrivarni. Her er talan um nakað nýtt, sum vit mugu venja okkum til. Hetta krevur avgjørt nakað av tingmonnum og somuleiðis at okkum øðrum, sum lurta. Tvs. at sendari og móttakari mugu vera í lagi. Samskiftið má vera í lagi.
TAÐ at øll fólk her á landi kunnu hoyra og síggja tingmenn, hvørja ferð teir vísa seg og opna munnin í tinginum er ein rættiliga stór broyting fyri ikki at siga kollveltandi broyting. Tað kann hava sínar byrjunartrupulleikar, men vit mugu síggja hetta sum eitt stórt framstig fyri demokratiiið. Hetta kann vónandi hækka støðið í orðaskiftinum, tað vil helst gera, at tingmenn fara at brúka meiri tíð og orku til at seta seg inn í málini osfr. Men hetta má heldur ikki blíva so stívt, at tingmenn ikki tora at vera seg sjálvir. Tað má ikki blíva so, at tingmenn tá bráddliga gerast robottar. Tað er týdningarmikið fyri viðgerðina, at tingmenn sleppa at siga tað, sum bylgist innan í teimum og harvið eisini avspegla tað, sum fólk í teirra valdømi siga og hugsa. Men hinvegin kann hetta eisini høkka støðið í orðaskiftunum og viðgerðunum.
HIN parturin í hesum er lurtarin og hyggjarin, ella um tú vil veljarin. Nettup hetta at vit eru eitt lítið samfelag, har tað er so stutt millum tey ymsu liðini í samfelagnum, at informatiónirnar koma so skjótt út til eitt og øll, er ein ótrúligur fyrimunur - fyrimunur fyri at kunna troyta og menna demokratiið. Beinleiðis varpingin av orðaskiftum úr tingnum setir so sanniliga eisini krøv til lurtaran, nevniliga at hann sohvørt kunnar seg við viðurskiftini, og her eru so allir miðlarnir av alstórum týdningi, at teir eru við til at upplýsa fólk um málini og so eisini fylgja teimum upp. Kann umrødda tiltak fáa vanliga fólkið at vísa størri áhuga fyri samfelagsligum málum, sum í veruleikanum merkir at vísa áhuga øllum tí, sum viðkemur einum sjálvum, so hevði verið nógv vunnið.
SAMANUMTIKIÐ er hetta eitt avbera gott tiltak. Vit kunnu vera so heppin, at vit fáa, hvør veit, kanska tað mest uppbyggjandi og mennandi orðaskiftið í nøkrum demokratii yvirhøvur, og har eitt av lyklaorðunum er nettup tann so stutti teinurin millum sendara og móttakara. Við hesum dregur tú eitt heilt fólk upp í ikki bert orðaskifti, og viðgerðina av stórum málum men av øllum gerandis málum, sum so aftur viðvíkja okkum øllum. Latið okkum síggja nakað positivt í hesi royndini okkum øllum til gagns. Og ikki minst tinginum til æru, tí tað eru í síðsta enda vit øll, sum hava valt tingsins umboð.