Tingfundur 15. mai

Hóast allar hugsandi metingar um framtíðina, so stendur fast, at tingið kemur saman næsta fríggjadag, har formansskapurin verður valdur

Fyrsti tingfundur er 10. yrkadagin eftir valið, har formansskapurin skal veljast, og 12. yrkadag eftir hetta skal løgmaður veljast, um ikki Edmund Joensen heldur fram.

Fyribils hevur Edmund Joensen útspælið. Hann kann samráðast við hinar flokkarnar í royndini at fáa eina samgongu, og um hetta hendir áðrenn 15. mai, kann hann kalla tingið saman við eini dagsskrá um skipan av samgongu.

Um tað ikki eydnast løgmanni at fáa skipað eina samgongu, biður hann tingformannin loysa seg úr starvi. Reglurnar eru, at tingformaðurin biður hann virka sum løgmann, til tingið hevur valt annan løgmann. Síðan verða tingformenninir spurdir, hvønn teir vilja hava til løgmann, og tann persónur, sum fær flest atkvøður, verður valdur. Hann kann síðani fara udnri at skipa samgongu.

Jógvan Ingvard Olsen, tingformaður, situr til tingð kemur saman aftur.

Spurdur, um tað er hugsandi, at løgmaður útskrivar nýval, sigur tingformaðurin, at tað ikki er sannlíkt,men at einki forboð er í lógini.

­ Løgmaður hevur standandi heimild at útskriva val, men tað er utopi at hugsa sær.

­ Vit mugu bara ganga út frá, at løgmaður er eitt skilagott menniskjað, sum ikki ger slíkt, sigur Jógvan I. Olsen.

Næsta fríggjadag verður tingið sett. Ellisformaðurin setir tingið, og heitir á tveir skrivarar at hjálpa sær at kanna valbrøvini. Tá hetta er gjørt og góðkent, fer valið av tingformanni fram, eins og val av trimum næstformonnum. Nýggi formaðurin tekur yvir, og setir næsta tingfund.

Er einki hent innan hetta, skal nýggur løgmaður veljast innan 10 yrkadagar eftir fyrsta tingfund.

Í skrivandi løtu sita Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin á fundi, men um einki spyrst burturúr, er hugsandi, at løgmaður leggur frá sær.