Skráin fyri tingmfundin, ið settur verður í morgun klokkan tíggju, er ikki av teimum longstu. Á skránni eru ein fyrsta viðgerð ein onnur viðgerð og framløga.
Fyrst í røðini er fyrsta viðgerð av tingmáli nr. 11/1999, ið er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld í samband við panting. Hetta er lógaruppskot, ið fíggjarmálaráðharrin legði fyri tingið 5. november.
Næst á skránni er onnur viðgerð av tingmáli nr. 5/1999, ið er uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov nr. 359 af 2. juni 1999 om undersøgelse af politiets efterretningsvirksomhed på det politiske område og af de aktiviteter, der var baggrund for denne virksomhed. Talan er um lógaruppskot, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði fyri tingið 8. oktober.
Tingfundurin endar við framløgu.