Tinghúsið liðugt

Í dag kl 13:30 verður tingfundur aftur í tinghúsinum, sum hevur fingið nýggjan klædning, vindeygur og tak

 

NÝTT LØGTINGSHÚS

Seinastu 12 fundir sínar hevur løgtingið hildið í útvarpshøllini, tí tinghúsið hevur verið umvælt. Tá tað ikki fekst meiriluti fyri at byggja nýtt tinghús, gjørdi formansskapurin í løgtinginum av, at gamla tinghúsið skuldi umvælast og møguliga byggjast saman við telefonverksbygninginum, sum skal hýsa løgtingsumsitingini.

»Nýggja« løgtingshúsið verður tikið í nýtslu í dag kl 13:30, tá Finnbogi Ísakson setir tingfundin, har fyrsta mál á skránni er val av Løgtingsins umboðsmanni.

Størsta broytingin við tinghúsinum er, at svarti klædningurin er skiftur út við ljósagráan klædning ? úr góðum norskum viði, sum er 150 - 200 ára gamal og negldur við stálseymi. Vindeyguni eru skift, og eru tey átøk vindeygunum við smáu rútunum frá 1907. Flagið er eisini skift út við walisiskt skifur.

Onnur broyting er, at ein sliska til koyristólar er gjørd í norðurendanum, so fólk í koyristóli eisini sleppa inn á áhoyraraplássini.

Arbeiðið, sum higartil er gjørt, er bara fyrsta byggistig í eini størri ætlan. Seinni verður helst ein millumbygningur gjørdur millum tinghúsið og telefonhúsið. Í hesum millumbygningi verður høvuðsinngongdin til løgtingið - eisini inngongdin til tingmenn.

Men treytin fyri at hetta arbeiðið kann gerast, er at meiriluti fæst fyri hesum á løgtingsfíggjarlógini fyri næsta ár, har formansskapur tingsins hevur biðið um 22,4 millionir til hetta arbeiði.

Í suðurendanum er tvey stór vindeygu, sum røkka niður á gólv. Hesi kunnu latast upp og nýtast sum dyr til serlig hátíðarhald, eitt nú á ólavsøku. Men fyribils verða gomlu hurðarnar settar í eystara vindeygað, sum verður nýtt sum fyribils inngongd til tingmenn.