Tingið eigur at virða meirilutan

Fimm av bygdarráðslimunum í Leirvík hava sent hvørjum einstøkum løgtingstinglimi bræv við áheitan um at virka fyri, at tunnilsvegurin verður gjørdur oman fyri bygdina. Í brævinum skriva tey fimm, at Løgtingið eigur at virða støðuna hjá meirilutanum í bygdarráðnum, sum er, at vegurin til Norðoyatunnilin skal gerast uppi á Brekkum oman fyri bygdina.

Løgtingið hevur samtykt við lóg, at vegurin skal gerast niðri í bygdini, men tey fimm halda, at Løgtingið eigur at virða tann lokala meirilutan og at broyta lógina.

Teir fimm byrgdarráðslimirnir í Leirvík skriva í brævinum, at ein vegur niðri í bygdini verður ein forðing fyri framburði og útbygging í framtíðini.

Millum teirra, sum hava skrivað undir brævið til tinglimirnar, eru borgarstjórin Fríðgerð Heinesen og varaborgarstjórin Joen Magnus Rasmussen.