Fólkaatkvøðan, fullveldisleisturin og lógin um upplýsing undan fólkaatkvøðuni verða væntandi endaliga viðgjørd á landsstýrisfundi í komandi viku.
Umsitingin hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í sjálvstýrismálum, er liðug at eftirkanna lógartekstin, og verða uppskotini nú løgd fyri landsstýrisfund og send andstøðuni til kunningar. Harafturat skal Høgni Hoydal eisini hava fund við andstøðuna um uppskotini í næstum.
Uppskotini skulu eisini latast løgtingsskrivstovuni, so tey kunnu koma til viðgerðar í næstum. Gongst sum ætlað, verða tey borin løgtingsskrivstovuni í komandi viku.