Tey gomlu norrønu tingini skiltu ímillum at rætta lógina og at gera nýmæli. Tað fyrra var í ítøkiligum málum at loysa knútar í lógarverkinum, tað seinna at smíða nýggjar ásetingar. Í báðum førum varð nýggj lóg gjørd, antin sum fordømi ella sum lóggáva.
Í málinum um barnavernd hevur trivnaðarnevndin givið spildurnýtt fordømi fyri, hvussu nýmæli kunnu verða til ígjøgnum drúgvt og nærlagt nevndararbeiði. Nevndin hevur eisini latið frá sær sjálvsamt dømi um sera væl viðgjørda føroyska tinglóg.
Tað tykist eisini sum avvarandi landsstýrismaður, Hans Pauli Strøm, tekur undir við, at tingnevndir skulu gerast meiri virknar og ikki bara vera afturhvarv av orðaskiftinum í tingsalinum. Hans Pauli segði nakað soleiðis í brævi til trivnaðarnevndina: ?enn er bert talan um lógaruppskot, og stendur tað tí tinginum frítt fyri at seta sítt merki á lógaruppskotið; tað skuldi ikki verið trupult at gjørt tær broytingar, sum løgtingið ynskir.?
Hetta kann tykjast mongum sjálvsagt. Tað hoyrir til einfaldan barnalærdóm, at lógir verða samtyktar á tingi, og at landsstýrið og aðrir stovnar bert útinna tingsins vilja.
Veruleikin er tó annar. Av teimum um 100 lógaruppskotunum, sum tingið viðger í hvørji tingsetu, eru vanliga øll ella nærum øll orðað í teirri fyrisiting, sum sigst skulu útinna tingsins vilja. Hans Pauli Strøm hevur áður sjálvur sum tingmaður verið frammi við viðmerkingum um, at tingið bert stemplar uppskot frá fyrisiting-ini. Tiltikin eru eisini orðini hjá tingsins Baldrian um, at tað hjá samgongumonnum bert krevst at síggja mun á reyðum og grønum. Tá samgongan skjýtur upp, trýst so á grønt fyri ja; tá andstøðan roynir seg, trýst á reytt fyri nei.
Við 62 broytingum, 10 fundum, fleiri enn 20 skjølum og 8 hoyrdum pørtum, sum trivnaðarnevndin hevur havt við í viðgerðini av nýggju barnaverndarlógini, ber tað tann vegin, at tingnevndir sjálvar megna at smíða lógaruppskot. Og so er dagurin kanska ikki fjarður, at vit fara at fáa veruligt valdsbýti í Føroyum. Veruligt valdsbýti er tá sami stovnur ikki sleppur bæði at smíða regluna og tulka hana.
Barnavernd
At samtykkja lóg um barnavernd er at viga fleiri sera týðandi og trupul atlit í senn. Eyðvitað er fremsta ætlanin at verja børnini. Børn eru frá upphavi veik, verjuleys og viðkvom. Børn verða merkt av umstøðunum, sum tey er í undir uppvøkstrinum, og ætlanin við barnavernd er at verja børn móti skaðiligum árinum og stuðla teimum, tá tey hava hjálp og viðgerð fyri neyðini. Uppí spurningin um rættartrygd hoyrir spurningurin, hvør stovnur kann royna - eftirmeta - avgerðir, og hvørji tiltøk, til dømis at taka børn heimanífrá, beinanvegin skulu leggjast fyri dómara at góðkenna.
Men børn eiga eisini foreldur, systkin og onnur skyldfólk. Serliga foreldrini eru í truplari støðu, tá talan er um barnavernd, tí mistanki um misrøkt og óheppin árin fellur á tey. Felags fyri barnið sjálvt og foreldrini er tí, at rættartrygdin má vera í hásæti. Mannagondir og rættindi skulu tryggja, at tey fáa rættvísa viðferð, fáa høvi at taka til orð-anna og verða nøktandi umboðað í ofta ørkymlandi og fremmandari tilgongd.
Síðani eru atlit til kunnleika og førleika av ymsum slagi. Higartil hava kommunurnar havt barnaverndarnevndir. Hetta tryggjar góðan staðbundnan kunnleika, men kann merkja væntandi førleika at meta um umstøðurnar hjá barninum og væntandi fatan av mannagongdum og rættindum. Spurningurin hevur tí verið, um dentur heldur skuldi leggjast á tann fakliga førleikan, men tá kann vandi vera at missa fyrstahonds kunnleikan til støðuna hjá barninum og fatanina av lokal høpinum. Millumleiðin er onkursvegna at sameina tað fakliga og tað lokala.
At enda er spurningurin, hvørt kommunur ella land skulu hava tað fíggjarliga um hendi.
Álitið
Í álitið sínum velur trivnaðarnevndin nakað øðrvísi enn landsstýrismaðurin og fyrisiting hansara. Nevndin vil heldur lata kommunurnar taka størri ábyrgd - fakliga eins og fíggjarliga - heldur enn at lata málsøkið liggja hjá landinum og ta týðandi barnarverndarstovuna at vera landsstovn. Gularótin, at kommunar framvegis skuldu hava lægru stovnarnar á økinum, var ikki nóg leskilig til at trivnaðarnevndin lat sær lynda við tí..
Hetta er virðismál. Spurningur um, hvussu ymsik virði skulu vektast. Skeri eg teg her, missi eg teg har. Alt ov ofta fara slíkir spurningar í onkra uttantingsnevnd, sum í áliti sínum sigur, hvat tey fólkavaldi skulu velja. Á hesum sinni valdu tingfólk, tey ið hava ómakað sær at stilla upp, og sum vit veljarar kunnu viga og meta næstu ferð.
Nevndin leggur upp til, at landið skal lækka sín part av skattinum, og kommunurnar fáa uppá seg meira, nú tann fíggjarliga byrðan uppá einar 10 milliónir árliga øll verður kommunal, økt frá hálvari triðu millión í kommunal útreiðslum sum er.
Men álitið hjá nevndini er eisini merkt av sera nógvum tekniskum broytingum. Nakað av togtogan millum ymsar málsligar, juridiskar og fyrisitingarligar skúlar sæst. Tær nógvu broytingarnar hjá nevndini hava tí lítið uppá seg og vísa helst, hvussu neyðugt tað er at fáa fakligt kjak um slíkar spurningar, so teir ikki darva ov nógv tí veruliga politiska arbeiðnum hjá tingnevndunum. Alt ov ofta gerast landsstýrismenn og tingmenn boðberar í lítisverdum stríði millum fakfólk á ymsum almennum skrivstovum, sum hava hvør sína fatan av tilvísingum ella setningsbygnaði.
Málið beint í nevnd
Við til hesa søgu hoyrir, at trivnaðarnevndin er óvanliga væl fyri. Sum limir ella varalimir sita fyrrverandi landsstýrismenn bæði á hesum málsøkinum og øðrum. Eisini tingfólk við viðkomandi útbúgvingum og royndum. Somuleiðis hevur arbeiðið í fyrisitingini verið sera gott og drúgt, og tingið hevur fyrr havt málið á tingborði.
Serliga at fegnast um er sjálvsagt, at talan er um breiða semju tvørturum samgongugjónna, og at talan er um lóg av heldur tekniskum slagi, sum neyvan kann brúkast til bíligt atkvøðuagn, men sum skal avrikast, skulu Føroyar í roynd og veru umsita yvirtikin málsøki.
Nú verður spennandi at síggja, um hetta fordømið, henda tillaging av tingskipanini í venju, verður fylgd. Tey mongu uppskot, sum landsstýrismenn leggja fyri ting beint uppundir freistina í mars geva ikki stundir og náðir at gera sama grundiga arbeiði. Tora nevndirnar at havna nøkrum teirra, og síðani leggja uppskotini fram aftur eftir ólavsøku, so vit fáa enn fleiri avrik í lógarsmíði? Á Tinghelluni verður so bíðað í andakt.
Við nøkrum tillagingum afturat kann lógarsmíð í Føroyum koma nærri føroysku hugmyndini: tingfólk samtykkja lógir, men bert eftir dygdargott alment orðaskifti, har eisini onnur enn tey innvígdu sleppa at siga hugsan sína - og mugu svara fyri seg.