Tingkvinna: Restir av narkonýtslu liggja og flóta við skúlar

– Sterkir bólkar berjast um rúsevnamarknaðin í Føroyum og gera alt fyri at fáa marknaðin at vaksa.

– Hetta gera tey við at fáa ungfólk at selja til ungfólk, og tað hendir seg meira enn so, at restir av narkonýtslu liggja og flóta við skúlar og aðrastaðni á gøtuni.

Soleiðis sigur Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett landsstýrismanninum í barna- og undirvísingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, ein grein 52 fyrispurning um rúsevnismisnýtslu í Føroyum.

Hon spyr, hvørja støðu landsstýrismaðurin hevur til heildarætlanina frá 2022 um at fyribyrgja og tálma rúsevnamisnýtslu.

Síðani spyr hon, um nøkur av tilmælunum í heildarætlanini eru sett í verk, og hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin annars um at seta tilmælini í verk. Og í triðja lagi spyr hon, hvat fyribyrgjandi arbeiði verður gjørt fyri at basa rúsevnamisnýtslu.

Í viðmerking til fyrispurningin til landsstýrismannin sigur Kristianna Winther Poulsen, at tað javnan berast tíðindi um, at rúsevnamisnýtsla millum serliga ungfólk í Føroyum er nógv økt seinastu árini, og at nógv rúsevni eru í føroyska samfelagnum.

– Vit frætta um, at hald verður lagt á stórar upphæddir av reiðum peningi, sum stava frá sølu av rúsevnum í Føroyum. 

Hon sigur víðari, at sterkir bólkar berjast um marknaðin og gera alt fyri at fáa marknaðin at vaksa.

– Hetta gera tey við at fáa ungfólk at selja til ungfólk, og tað hendir seg meira enn so, at restir av narkonýtslu liggja og flóta við skúlar og aðrastaðni á gøtuni. Stríðið stendur móti sterkum og eirindaleysum fíggindum, og tað krevur beinharða politiska raðfesting, sigur løgtingskvinnan.

Hon sigur, at neyðugt er við fyribyrging, upplýsing og upplæring og ikki minst samstarvi, tí nógv fólk hava ein leiklut í stríðnum móti rúsevnamisnýtslu. Eitt miðvíst fyribyrgjandi arbeiði skal gerast, umframt at vaksin skulu megna at síggja, nær vandi er á ferð, og síðani duga og tora at leggja uppí, tá tað er neyðugt.

Tað krevur eisini góð viðgerðartilboð og nøktandi arbeiðsumstøður hjá løgreglu, TAKS og øðrum viðkomandi myndugleikum.

– Okkara ungdómur hevur brúk fyri, at vit saman gera alt fyri at steðga tí rúsevnaforbannilsi, sum tíverri eisini er veruleiki í okkara landi, sigur Kristianna Winther Poulsen.

At ena vísir hon á, at landsstýrið, sum sat frá 2019 til 2022, stóð fyri eini heildarætlan við tilmælum um átøk at fyribyrgja og tálma rúsevnamisnýtslu í Føroyum.

– Heildarætlanin varð almannakunngjørd í mars 2022, men síðani hevur ætlanin ikki fingið stórvegis umrøðu. Eg meti ikki, at hetta er nóg gott, sigur Kristianna Winther Poulsen, sum tí hevur sett landsstýrismanninum fyrispurningin.