? Heldur landsstýrismaðurin, at tað er í lagi, sambært lóggávu okkara, tá ið tað í føroyskum bløðum verður lýst við sølu av útlendskum kvinnum?
Hendan spurning vilja tær báðar tjóðveldistingkvinnurnar hava Jógvan við Keldu, sum er landsstýrismaður í lógarmálum, at svara.
Um hetta ikki er loyvt, so vilja tær báðar hava at vita, hvat landsstýrismaðurin fer at gera fyri at steðga slíkum.
? Um tað er í lagi, hvat fer landsstýrismaðurin so at gera fyri, at tað við lóg verður bannað, spyrja tær báðar.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin siga tær báðar, at eingin ivi er um, at skipaður kvinnuhandil er við útlendskum kvinnum fer fram í Føroyum.
Tær nevna eina lýsing, sum stóð í Dimmalætting 20. januar, har lýst varð við sølu at teilendskum, kinesiskum og russiskum kvinnum.
Tær vísa eisini til samrøður, sum Dimmalætting hevði við mannin, sum var við til at seta lýsingina í blaðið.
? Sambært samrøðuni er eingin ivi um, at talan er um skipaðan kvinnuhandil, siga tær báðar.
Í greinini verður greitt frá, at fyri eina lítla upphædd til bakmenninar, verður skipað fyri tí praktiska. Og afturfyri fáa teir »?.flogferðaseðil, hotel«l, og »øll ynski verða gingin á møti«. Umframt at teir kunnu »?finna eina konu til giftarmál« ella »bert a good time«. Bakmaðurin ger í blaðsamrøðuni eisini greitt, at talan er um gjald til hansara virksemi.
? Tað, sum undrar okkum, er, at ákærumyndugleikin í blaðsamrøðuni verður endurgivin fyri m. a. at siga, at: »Tað, sum fyrigongur í Teilandi, kann ongantíð koma undir føroyska lóggávu, og tískil er einki ólógligt í einari slíkari lýsing í einum føroyskum blaði«, siga tær báðar.
Heidi Petersen og Annita á Fríðriksmørk halda, at sjálvsagt kann føroysk lóggáva ikki lóggeva um, hvat er rangt og rætt í øðrum londum.
? Men tað, sum undrar okkum er, at gingið verður so lætt um tað virksemi, sum, blaðið vísir á, fer fram. Tá vit nú hava fingið haldgott prógv fyri, at skipað verður fyri sølu av útlendskum kvinnum í Føroyum, er neyðugt, at vit handla til tess at steðga hesum virksemi. Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum, siga tær báðar løgtingskvinnurnar hjá Tjóðveldisflokkinum.