Tinglimur: Minst til at Tjóðveldi er størst

Eigur Tjóðveldi kanska at fáa leysa ráðharrasessin í mentamálaráðnum?

Politisku viðmerkjararnir eru nú farnir undir at hugleiða um, hvør skal setast í Mentamálaráðið fyri Rigmor Dam, sum legði frá sær í gjár, orsaka av Glasir-gøluni.

 

Í kvøld vóru Jóannis Eidesgaard og Heðin Zachariasen bodnir í sjónvarpsstovuna at siga sínar hugsanir um málið.

 

Róð var frammundir, at antin varðveitir Javnaðarflokkurin landsstýrismannin í mentamálum, ella fær Framsókn ein landsstýrissess afturat. Í seinna førinum verður víst til, at andstøðan hóttir við at taka formanssessin í fíggjarnevndini frá Framsókn og samgonguni. Endin á tí vísuni verður væntandi, at allar nevndirnar verða valdar av nýggjum, men tá er ikki víst, at Framsókn varðveitir formanssessin, sum upprunaliga var ætlaður Anniku Olsen, tá hon eitt stutt skifti eftir seinasta løgtingsval skifti flokk.

 

Hetta, at Javnaðarflokkurin ella Framsókn skulu standa fremst í røðini, nú landsstýrissessurin hjá Rigmor Dam skal útlutast, er tó fallið einum øðrum tinglimi fyri bróstið.

 

Ingolf S. Olsen, tinglimur fyri Tjóðveldi, minnir í kvøld á Facebook á, at Tjóðveldi nú er nógv tann størsti flokkurin í samgonuni.

- Tá tann kabalin á sinni varð løgd, taldi tingmanningin hjá Javnaðarflokkinum átta, Tjóðveldi sjey, og Framsókn trý. Síðani er Javnaðarflokkurin tódnaður niður í seks og Framsókn niður í tvey. Tjóðveldi er óskalað og telur framvegis sjey, so um tað yvirhøvur skal koma ann upp á kompensera nakran, vænti eg, at tey flestu duga so mikið væl at rokna í høvdinum, at tey leggja hasa kabalina eitt sindur øðrvísið enn panelið í Degi og Viku.

 

Hann vísir á, at Javnaðarflokkurin upprunaliga hevði trý landsstýrisfólk, umframt løgmann – sum í minsta lagi telur tvífalt í kabalini, skrivar Ingolf S. Olsen – Tjóðveldi trý og Framsókn eitt. Nú Javnaðarflokkurin hevur mist 25 prosent av tingmanningini síðani hetta býtið, tykist tingmaðurin at halda, at samsvar ikki longur er millum styrkisbýtið í tinginum og landsstýrinum.

 

Tveir Javnaðarmenn eru tó skjótir at svara honum aftur á Facebook. Sjúrður Skaale, fólkatingslimur í farloyvi, og Heðin Mortensen, landsstýrismaður í Samferðslumálum, minna Ingolf S. Olsen á, at tingformaðurin eisini eigur at verða nevndur í roknistykkinum. Og hann eigur Tjóðveldi.