Tingmaður: Vit eiga at gera meira fyri at stuðla Ukraina

Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn, heldur, at landsstýrið hevur gjørt ov lítið fyri at stuðla Ukraina eftir russisku innrásina í landið.

 

Hann hevur í hesum sambandi sett landsstýrismanninum í uttanríkismálum, Jenisi av Rana ein grein 52 fyrispurning um málið. 

Við útvarpið i kvøld segði hann, at løgmaður, eigur at seta út í kortið, hvat Føroyar gera frameftir í mun til støðuna í dag, sum hevur ein stóran menniskjaligan og búskaparligan kostnað fyri øll. Hann heldur, at Føroyar eiga at gera meira fyri at stuðla ukrainsku stjórnini.

Hann segði eisini við útvarpið, at Føroyar eiga at taka sendimannin í Moskva heim fyribils, nú viðurskiftini eru so spent ímillum Russland og Vesturheimin.

Fyri at greina meira, hvat er gjørt frá føroyskari síðu, hevur Bjarni Kárason Petersen sett landsstýrismanninum átta spurningar.

##med2##

 

Stuðul og útflutningur til UkrainaSpurningar:

1. Hvørjar eru yvirskipaðu umstøðurnar fyri útflutning av føroyskum vørum til Ukraina? 

2. Hvør er gongdin fyri útflutning av føroyskum vørum og tænastum til Ukraina? 

3. Er grundarlag fyri at stuðla Ukraina búskaparliga við størri útflutningi av føroyskum vørum og tænastum? 

4. Eru markaforðingar fyri útflutning av føroyskum vørum og tænastum til Ukraina? 

5. Hvussu stórur partur av játtanini til neyðhjálp fer til Ukraina? 

6. Halda samráðingarnar millum Føroyar og Evroasiatiska búskaparsamveldið um fríhandilssáttmála fram, hóast nýggju støðuna? 

7. Hvønn leiklut hevur føroyska sendistovan í Moskva í samband við ósemjuna millum Russland og Ukraina? 

8. Hevur landsstýrið nakrar ítøkiligar ætlanir um at stuðla Ukraina fíggjarliga, búskaparliga, politiskt, diplomatiskt ella á annan hátt í kjalarvørrinum á russisku innrásini? 

Í viðmerkingum til spurningarnar sigur Bjarni Kárason Petersen, at útflutningsvirðið til Ukraina bert var 4,6 milliónir krónur í 2016, men í 2021 var útflutningsvirðið 104,6 milliónir krónur1. Í tonsum vóru føroyskar fiskavørur 4,8% av samlaða innflutninginum av fiskavørum hjáUkraina í 20202. 

– Tað er áhugavert at vita, hvørjir møguleikar eru fyri at stuðla Ukraina við at selja føroyskar fiskavørur til teirra, og hvørjar møguligar avbjóðingar og forðingar eru í hesum sambandi. 

– Føroyar hava í fleiri ár arbeitt miðvíst við at fáa handilssáttmála við Evroasiatiska Búskaparsamveldið (EABS)3. Eftir russisku innrásina í Ukraina er at kalla allur samhandil millum Russland og Føroyar hildin upp at, og føroyskir útflytarar hava flutt seg til aðrar marknaðir, vísir hann á.

Hann sigur, at ein av fremstu uppgávum hjá Sendistovu Føroya í Moskva hevur verið at virka til frama fyri einum fríhandilssáttmála við Russland og hini limalondini í Evroasiatiska búskaparsamveldinum. 

– Tað er áhugavert at fáa innlit í, hvønn leiklut sendistovan í Moskva hevur í dag, eftir at viðurskiftini millum Russland og restina av heiminum eru broytt so grundleggjandi, sigur løgtingsmaður, sum at enda ynskir svar uppá, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur um at stuðla Ukraina í krígnum móti Russlandi.