Tingmannlønin gjørdist jólatrøll

Hart orðaskifti var í tinginum beint áðrenn tingið fór heim í jólafrí. Fleiri flokkar eru í tvíningum í hesum máli. Sjónligast er ósemjan millum Heina O. Heinesen og Finnboga Ísakson úr Tjóðveldisflokkinum

Tingmálið um at økja lønirnar til tingmenn gjørdist jólatrøll.

Nú verður lógin í fyrsta lagi samtykt í tí nýggja árinum ? um hon yvirhøvur verður samtykt. Nógvir tingmenn eru ímóti uppskotinum, sum formansskapurin á tingi ? Finnbogi Ísakson, Bjarni Djurholm, Vilhelm Johannesen og Edmund Joensen ? hevur lagt fram.

Rættiligt rok spurdist eisini burtur úr í tinginum undan jólum, tá málið var til 1. viðgerð. Ein teirra, ið mælti harðast ímóti var formaðurin í Tjóðveldisflokkinum Heini O. Heinesen.

Og nú jólini eru farin aftur um, er formaðurin ikki blíðkaður, tá tað snýr seg um at hækka tingmannalønirnar úr 15.000 krónum upp í 25.000 krónur um mánaðin.

Sambært Heina O. Heinesen, so er ein meirluti í Tjóðveldisflokkinum ímóti uppskotinum, sum Finnbogi Ísakson hevur verið við til at snikkað.

? Tað irreterar meg nógv, at hetta uppskotið verður lagt fram nú. Hatta kann seta eld á samfelagið. Ongar lønarglíðingar hava verið í tíggju ár. Og nú kemur formansskapurin og ætlar at hækka lønirnar beint sum lønarsamráðingar standa fyri framman. Tað er púra vist, at hetta verður tulkað sum eitt greitt signal til partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sigur Heini O. Heinesen.

Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum ilskast eisini inn á, at fólk hava fingið ta fatan, at hetta er talan um eitt uppskot, sum Tjóðveldisflokkurin stendur aftan fyri. Men sum skilst, so fær Finnbogi Ísakson ikki stuðul frá øllum sínum samgongufeløgum. Sum skilst so eru tingmenn ymiskir á máli um hetta uppskotið. Sjálvur leggur Heini O. Heinesen dent á, at hetta er ikki eitt samgonguuppskot.

? Tað ger onki, um uppskotið fellur. Sjálvur farið eg at atkvøða ímóti, er nýggjársheilsan frá formanninum í Tjóðveldisflokkinum.