Tingmenn eru ov lítil til arbeiðis

?Tingmenn eru ov lítið til arbeiðis. Av tí sama er dygdin á tingarbeiðnum ov vánalig. Tí er tað rætt at hækka lønina hjá teimumm sigur Jógvan I. Olsen, sum var løgtingsmaður í 28 ár.

?Eg haldi, at tað er rætt at hækka lønina hjá tingmonnum. Tí tað kann fáa tingmenn at røkja tingarbeiðið betur, enn teir gera nú.

Tað eru bara tey fægstu, sum hava so drúgvar royndir í politikki, sum Jógvan I. Olsen á Toftum.

Hann var valdur á Ting í 1970 og sat líka til í ár, nú hann ikki stillaði upp aftur.

Seinast valskeiðið var hann løgtingsformaður og var tí tann, sum stýrdi arbeiðnum í løgtinginum.

Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um tað, sum hevur verið frammi í seinastuni um at hækka lønirnar hjá tingmonnunum.

Jógvan I. Olsen tekur undir við teimum, sum siga, at tingmannalønirnar eru ov lágar.


Sera stóran týdning

Jógvan I. Olsen sigur, at løgtingsarbeiði er ein funktión, sum hevur sera stóran týdning fyri okkara samfelag.

?Vit skulu minnast til, at løgtingið lóggevur fyri hvørjum mannabarni í Føroyum frá áðrenn tað er føtt til eftir at tað er farið í grøv-

ina.

?Nú, vit hava fingið tað nýggju stýrisskipanarlógna, hava vit eisini fingið parlamentarismu í Føroyum.

?Og vit skulu ikki rokna við, at okkara tingfólk fáa tað lættari enn tingfólk í øðrum londum, tí tað skulu líka nógvar og líka umfatandi lógir gerast í Føroyum á líka nógvum økjum, sum aðrastaðni.

? Vit skulu eisini minnast til, at tingmenn skulu eisini hava eftirlit við landsins umsiting.

? Og tað vil siga, at fer landið á húsagang einaferð afturat, sum í áttatiárunum, so vita vit, at tað er Føroya Løgting, og bara Føroya Løgting einsamalt, sum hevur alla skyldina.

? So tað er ein ómetalig skylda, sum hvílir á tingmonnum, og teirra arbeiði má tí ikki á nakran hátt undirmetast. Tað er alneyðugt, at teir gera sítt arbeiði til fulnar, heldur tann fyrrverandi politikarin.


Ov lítið til arbeiðis

Jógvan I. Olsen heldur, at sum støðan er, eru tingmenn ov lítið til arbeiðis í sínum tingarbeiði, serliga nú nýggja týrisskipanin er komin í gildi.

?Teir hava ov nógv av øðrum at gera afturat tingarbeiðnum.

?Eg haldi eisini, at tað sæst aftur á dygdini á tingarbeiðnum, tí hon er ov vánalig.

Jógvan I. Olsen sigur, at tað er týðiligt, at tá ið eitt stórt og umfatandi mál er til viðgerðar, er lítið og onki orðaskifti.

? Eru hinvegin lítil og einføld mál á skránni, kunnu tingmenn tosa í tað óendaliga.

? Tað sigur mær so mikið sum at tingmenn seta seg ikki nóg væl inn í tey stóru málini, men tey lítlu málini seta teir seg inn í og kunnu tí halda eitt langt orðaskifti gangandi um bagatellir.

?Sjálvir siga tingmenn, at lønin er ov lág til at teir kunnu skerja síni borgarligu størv fyri at taka meiri lut í tingarbeiðum.

?Teir siga, at lønin er so lág, at teir noyðast at hava okkurt arbeiði afturat.

? Og tí ber tað illa til at krevja, at teir skulu vera uppi í tingarbeiðnum alla tíðina.

Jógvan Ingvard Olsen heldur, at tann umberingin skuldi verðið tikin frá teimum.

?Tingmenn eiga at fáa eina rímiliga løn fyri sítt arbeiði.

Hvat er ein rímilig løn?

?Eg vil ikki nevna nakað tal. Men tað hevur verið sagt, at tingmannalønin er ov lág og at tað ber ikki til at liva av henni einsamallari. Tí eigur hon at fara upp fyri at taka tað umberingini frá tingmonnum.

Eitt tal upp á 25.000 krónur um mánaðin hevur verið nevnt?

? Eg haldi ikki at tað ljóðar so ræðandi.

? Men sjálvandi- talan er um eina stóra lønarhækking.

?Men eg haldi eisini, at tað er rættast at vísa á, at lønin hjá tingmonnum er góðar 15.000 um mánaðin.

? Harafturat koma nevndarsamsýningar, sum plaga at liggja um 700-800.000 krónur um árið tilsamans.

? Tað gevur góðar 2.000 krónur í part til hvønn løgtingsmann.

Sostatt er tingmannalønin um 17.000 krónur um mánaðin.

? Men so skulu vit eisini minnast til, at tingmenn av bygd fáa eina skattafria upphædd fyri ferðaútreiðslur og uppihald í Havn.

? Sum eysturoyartingmaður fekk eg millum 4.000 og 5.000 krónur um mánaðan skattafrítt til hesi endamál. Tingmenn úr Norðoyggjum og Suðuroy fáa meiri.

Siga vit, at skatturin er 50%, so svarar tað til eina løn uppá 8.000-10.000 krónur

Sostatt ber á ein hátt til at siga, at tingmannalønin er longu einar 25.000-27.000 um mánaðin hjá teimum allarflestu.

Við hesum sigur Jógvna I. Olsen ikki, at skattafría upphæddin til ferðir og uppihald skal burtur.

? Men eg haldi, at hon er ríkiliga stór, og væl meiri enn tað, sum tað í veruleikanum kostar.

? So alt í alt verður ikki talan um so stóra netto lønarhækking, sum tað sær út til í fyrstu syftu, tí samstundis, sum ætlanin er at hækka lønina, er ætlanin eisini at taka fundarpengarnar av, uttan samsýningina til formenninar í ávísum nevndum.

Um lønin so verður hækkað, fer tað so at bera til at krevja av tingmonnum, at teir skulu verða politikarar burturav og at teir onki borgarligt starv skulu hava afturat?

?Nei, tað haldi eg ikki ber til. Men vit kunnu krevja av teimum, at teir taka sær tað tíð til tingarbeiði, sum krevst.

? Tað má í roynd og veru standa til hvønn einstakan tinglim at meta um, í hvønn mun teir kunnu hava annað starv afturat tingarbeiðnum.

? Men teir mugu vera so mikið at sær komnir, at tá ið teir hava bjóðað seg fram í politikki, og verða valdir, mugu teir raðfesta tingarbeiði framum onnur borgarlig størv.

?Tað er tað, sum manglar nú.

Jógvan I. Olsen sigur, at summastaðni hava tey tað skipan, at tann, sum hevur alment starv, kann ongantíð hava meiri enn hálvt starv afturat tingarbeiðnum.

Heldur tú, at tað fer at hækka ?dygdina? hjá vælevnunum, um lønin fer upp, so at valevnini verða betri kvalifiserað, enn tey eru nú?

? Tað ivist eg í. Tingmannalønin verður neyvan nakrantíð so høg at hon fer at eggja teimum at fara upp í politikk, sum bara hugsa um pengar. Eg ivist eisini um tey eru tey røttu at standa fyri einum arbeiði, sum helst skuldi verið samfelagsgagnligt.

Jógvan I. Olsen roknar ikki við, at tingmannalønin nakrantíð verður so góð, at hon verður kappingarfør við tær góðu lønirnar í privatu vinnuni. Tann, sum hevur áhuga í politikki, skal eisini vera til reiðar at offra eitt sindur.

?Tað eru so mong, sum koma fíggjarliga verri fyri, tá ið tey fara upp í politikk.

?Sjálvur var eg skipari, táið eg læt meg stilla upp og varð valdur á ting.

? Og tann, sum var skipari á einum miðal føroyskum fiskiskip tá, fór fíggjarliga nógv eftir reyv av at fara upp í politikk.

Tú er kanska samdur við teimum sum halda, at tað er sakin sum telur, ikki lønin?

? Ja, tað eri eg partvís.

? Eg havi altíð følt tað sum eitt kall at vera politikari. Hinvegin skulu vit heldur ikki vera blind fyri, at tað er neyðugt at betala politikarum eina heiðurliga løn.

? Men lønin kann ikki taka hædd fyri øllum og tað verður ongantíð, so at tað verður lønin sum skal draga fólk upp í politikk.

? Mær dámar slett ikki orðini hjá Sámal Peturi í Grund um, at tað skal loysa seg at vera poltikari. Mær dámar ikki at ein skal spekulera í at verða politikari fyri lønina.

Nú sigur Dagblaðið í eini oddagrein, at tað hevði verið eitt óheppið signal at sent arbeiðsmarknaðinum, at hækka tingmannalønirnar nú?

? Hatta er tað vanliga, hvørja ferð hetta málið er frammi, eru tað summi sum gera so so ?skinhellig? og siga, at tað er ikki teir, sum koma við hesum, tað eru hinir.

? Men teir høvdu nokk ikki verið betri enn so, enn at teir fegnir høvdu tikið ímóti lønini, tá ið hon kom, heldur Jógvan I. Olsen.

? Jú, endurtekur fyrrverandi løgtingsformaðurin:

? Eg haldi, at tingmenn skulu hava eina hampiliga løn.

? Men teir skulu eisini liva upp til sína ábyrgd.

? Tí tað eru teir, sum fáa skyldina, og tað eru bara teir, sum kunnu fáa skyldina, um tað aftur gongur galið í Føroyum.

Men fara tingmenn upp á 25.000 krónur, fara so landsstýrismenn ikki eisini at krevja lønarhækking fyri at fáa javnvág í lønarviðurskiftini?

? Nei, tað veit eg ikki. Landsstýrismenninir fáa í- millum 30-40. 000 um mánaðin. Síðani vit fingu nýggja stýrisskipan, er landsumsitingin útbygd sera nógv, tí krøvini eru blivin so ómetaliga nógv størri.

? Men tað eru krøvini til tingmenn, sum eru so nógv broytt. Tað gongur ikki longur at hava tingmenn ?uppá tann gamla mátan?