LØGTINGIÐ
Samgonguovastin, Anfinn Kallsberg, missir ikki svøvnin av, at løgtingið ikki hevur verið so nógv saman síðani løgtingsvalið.
?Tað plagar ikki at vera tað stóra í august. Vanliga koma tey flestu lógaruppskotini í heyst. Tað er vanligt, at tingið ikki rættiliga fer ígongd fyrr enn í september, sigur Anfinn Kallsberg.
Løgmaður vísir á, at løgtingsval hevur verið, og hetta hevur merkt arbeiðsgongdina hjá tinginum.
?Tingið fór ógvuliga tíðliga til hús í mars. Vanliga plagar hetta at vera í mei mánað, soleiðis at steðgurin gjørdist drúgvur. Vanliga kemur tingið saman á ólavsøku og nakrar fáar dagar í august í sambandi við fiskidagarnar o.a. Eg hugsi ikki, at nøkur eyka fíggjarlóg er samtykt í august, sigur Anfinn Kallsberg.
Arbeiðið - ella væntandi arbeiðið - hjá tingmonnum hevur verið uppi og vent í fleiri av fjølmiðlunum. Spurnartekin eru sett við arbeiðsinnsatsin hjá tingmonnum og kvinnum, tí tingið ikki hevu verið nógv saman.
Í seinastu tingsetu var síðstu fundur áðrenn summarsteðgin hildin 4. mei. Seinasta løgtingsmanningin var fyri síðstu ferð saman hin 15. mars eftir at arbeitt var til langt út á kvøldarnar fyri at náða øll tey málini, ið vórður løgd fyri tingið. Eftir valið, sum var hildið 30. apríl, hevur løgtingið verið saman fyrst tvær ferðir fyri at velja nevndir, løgtingsformann og góðkennan av valbrøvum.
Íroknað tingfundin á ólavsøku hava seks tingfundir verið á skránni síðani. Hin sjeyndi er í dag ? týsdagin.
Til sammetingar kunnu vit nevna, at tingið í fjør hevði havt ellivu fundir, áðrenn komið var í september.
Tekur tíð
Ì løgmansrøðu sínari á ólavøku kunngjørdi løgmaður, hvørji lógaruppskot skulu væntast í heyst og í vetur. Skilt var ímillum tey, ið skulu koma fyri tingið í ár, og tey, ið koma fyri tingið næsta ár.
Anfinn Kallsber g sigur, at tað tekur tíð at fyrireika lógaruppskot. Roknast skal í øllum førum við einum 2-3 mánaðum.
Tað er heldur ikki lítið, ið landsstýrismenn og umsiting ætla at fáa frá hondini í ár.
Hyggja vit eftir teimum einkultu ráðunum, síggja vit, at oljumálaráðið ikki ætlar sær at koma við nøkrum í ár. Trivnaðarráðið hevur eftir øllum at døma úr at gera. Ikki færri enn níggju lógaruppskot skulu tingmenn vænta at síggja frá Bill og Páll.
Mentamálaráðið kemur við sjey uppskot um, har eitt er eitt tilmæli.
Fólkini hjá Bjarna Djurholm skulu stríðast fyri fimm uppskotum.
Fiskimálaráðið kemur við trimum uppskotum og løgmálaráðið ætlar sær niðan í tingið við tveimum uppskotum.
Løgmálaráðið kemur við sjey uppskotum og Fíggjarmálaráðið kemur við fimm uppskotum. Sostatt skulu 38 uppskotnum fyri tingið, áðrenn árið er runnið.