Tað stendur ikki, hvat kæran snýr seg um, men kæran er frá tingMONNUM, stendur í skránni.
Men tað er ikki tí, at løgtingsmenn kenna seg happaðar av løgtingskvinnum. Tað er tí, at kvinnur eru ikki til í almenna málinum í Løgtinginum. Har eru bara »løgtingsmenn« og »landsstýrismenn«.
Løgmaður hevur sagt, at javnstøða í landsstýrinum kemur av sær sjálvum um 10 ár. Men afturlítandi kunnu vit staðfesta, at bæði ting- og stýrisskipanin, sum málsliga útihýsir orðinum »kvinna« er yngir enn javnstøðulógin, sum varð samtykt 15. apríl í 1994.
Fyri meira enn tveimum árum síðani løgdu tingkvinnurnar Ingilín Strøm og Hervør Pálsdóttir fram uppskot um at broyta stýrisskipanarlógina, so hon eisini rúmar orðinum kvinna.
Tær vístu á, at eftir lógini hava vit bara løgtingsmenn og landsstýrismenn, tí tað eru formligu heitini á teimum, sum manna løgting og landsstýri.
Tær vístu eisini á, at Løgtingið hevur samtykt at seta bæði Javnstøðunevndin og Demokratia á stovn fyri at virka fyri meiri javnstøðu.
Uppskotið varð ikki samtykt, og fólk, sum eru vald á ting, eita »løgtingsmennn«, og sjálvt um vit nú bara hava menn í landsstýrinum, so hevði formliga heitið eisini »landsstýrismaður«, sjálvt um løgmaður skuldi funnið upp á at setta eina kvinnu í landsstýrið.
Kæran frá »løgtingsmonnum«, sum skal viðgerast í formansskapinum týsdagin er uttan iva kæran um sexismu í Løgtinginum, sum »løgtingsmenninir«, Ingilín og Hervør hava sent formansskapinum.