Tá týskir kavbátar
søktu føroyskar sluppir
Í góðveðrinum á sumri 1917 hoyrdust bumbubrestir og ógvuslig skot til lands í Suðuroynni. Sunnan fyri Føroyar leyp týskur kavbátur á føroyskar sluppur og søkti tær. Føroysku sjómenninir sluppu í smáu bátarnar og skuldu so bjarga sær til lands – onkuntíð við 15 monnum umborð á einum lítlum 4-mannafari. Hetta er ein bók um týsku álopini og tíðina tá.
Mathias Lassen
Tá ið týskurin søkti sluppirnar á Føroyabanka í 1917
Undir Rókunum
Vit eru í einum raðhúsum í Odense í 1981. 11 ára gamli Lars býr hara saman við familju síni, og hann og vinirnir finna upp á bæði eitt og annað. Men spurningar krevja svar. Hví kann Lars ikki møta ommu og abba sínum, og hví liggur pápi hansara onkuntíð mitt á gólvinum og starir upp í luftina við víðopnum eygum. Svarini til spurningarnar krevja nógv av Lars.
Morten Ramsland
Sumobrødre
Rosinante
Gullminurnar
Hví koma so nógvir av heimsins bestu rennarum frá einum og sama felag á Jamaica, hví hevur eitt tennisfelag í Moskva við vánaligum umstøðum skapt fleiri av dagsins elitu-spælarum enn USA og Bretland tilsamans, og hví koma so nógvir av bestu rennarunum frá einum lítlum býi í Kenya? Rasmus Ankersen hevur funnið seks støð, sum hava ment óvanliga nógv elituítróttarfólk, og hann sigur søguna um hesi støð, og hvørji felagseyðkenni tey hava.
Rasmus Ankersen
Guldminerne
Forlaget Turbulenz
Ikki fyri sartar sálir
Keith Richards er heimskendur sum gittarspælari í Rolling Stones. Hann hevur livað eitt hart lív við øllum tí, sum rock ‘n roll lívið kann innihalda. Nú sigur hann sína søgu, og hann avdúkar nógv um seg og fólkini rundan um seg. Hetta er ein ævisøga, sum nógv hava bíðað eftir í spenningi.
Life
Keith Richards
W&N
Presturin hjá dønum
Johannes Møllehave er helst kendasti prestur í Danmark. Hann hevur skrivað bøkur, hildið fyrilestrar, kjakast og annars verið framm í Danmark í nógv ár. Ole Sønnichesen hevur tosað við 40 fólk rundan um Møllehave og sigur eina erliga søgu um prestin. Um heimligt órudd, um fíggjarligt óskil, um at stríðast við depressión, um sjálvmorðstankar, um opið hjúnarband og um lygnir.
Ole Sønnichsen
Møllehave – jagten på lyset og kærligheden
Gyldendal
Ræðuligir loynidómar
Finski rithøvundin Sofi Oksanen er tilnevnd til bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Søgan snýr seg um, hvussu langt fólk kunnu fara fyri at yvirliva, og hvussu langt fólk kunnu fara fyri kærleikans skuld. Hetta er ein ættarsøga um tvær kvinnur, sum báðar bera ræðuliga loynidómar.
Sofi Oksanen
Renselse
Rosinante
Spenningur í luftini
Í januar 1914 hittist George kongur V við einum bólki av ungum monnum úr Europa og USA fyri at kjakast um heimsstøðuna. Spenningur er í luftini, og hálvt ár seinni brestur fyrri heimsbardagi á. Hetta er fyrsti partur í eini trírøð um 20. øld. Søgan er um kvinnur og menn, kærleika og fíggindaskap. Ken Follett sigur søguna um fimm familjur – tvær enskar, eina týska, eina russiska og eina amerikanska.
Ken Follett
Giganternes fald
Cicero
Sigri vaknandi
Vaknandi er fjórða yrkingasavnið eftir Sigri Gaini og kanska tað vakrasta. Tekstirnir eru kenslubornir og snúgva seg í høvuðsheitum um kærleika, og hvørja ávirkan hann hevur á frásøgufólkið.
Sigri Gaini
Vaknandi
Mentanargrunnur Studentafelagsins