Tips til bileigarar

Eftir ein harðan vetur treingja bilarnir ofta til ein ordiligan umgang, teir eru skitnir innan og uttan, og kanska hevur lakkið mist sín glans. Hóast bilarnir eru væl rustviðgjørdir, treingja teir eisini til at fáa undirvognin reinsaðan ella trýstspulaðan fyri at reinsa alt vegsaltið burtur. Um summarið er leingi ljóst og meira hugaligt hjá bileigarunum at røkja bilarnar. Eitt er tað kosmetiska, men tað sum hevur við trygdina at gera hevur eisini stóran týdning

Skiftið viskarabløð
 
Um viskararnir hava ringt við at halda regnið burtur av rútunum, gongur tað út yvir aktivu trygdina hjá bilføraranum. Tá er tíðin komin til at skifta viskarabløð. Kavi og frost fara ofta illa við viskarunum.  

 
Kanna dekktrýstið
 
Lufttrýstið í dekkunum hevur bæði stóran týdning fyri livitíðina hjá dekkunum og fyri koyrieginleikarnar hjá bilinum. Við ov lítlum trýsti í dekkunum brúkar bilurin  meira brennievni og vegfestið verður munandi verri. Tað kann vera ein økonimiskur fyrimunur at hava 0,2 bar meira í dekkunum, enn tað sum er fyriskrivað, við tað at bilurin koyrir longri upp á liturin.   
 
Býtið hjólini um
 
At býta um upp á hjólini framman og aftan gevur meira javnt dekkslit á øllum fýra dekkunum á bilinum. Hetta kann t.d. gerast hvørja ferð skift verður millum vetrar- og summardekk. Serliga týdningarmikið er at hjólini vera spent við røttum momenti og at konisku flaturnar í felgunum til hjólboltarnar eru reinar.