Dansað verður annaðhvørt sunnukvøld inni í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17 A á 1. hædd. Dansikvøldini í heyst eru hesi: 6. september, 20. september, 4. oktober, 18. oktober, 1. november, 29. november og 5. desember, tá er jólaát.
Nógv ymisk kvæði verða kvøðin. Bæði tey meira løttu og eisini tey, ið eru meira krevjandi. Allir føroyskir útisetar eru vælkomnir inn at dansa, eisini um tey einki kenna til føroyskan dans. Felagið heitir serliga á fólk, ið flyta niður í heyst, um at koma at dansa við.
Høvuðstiltakið hjá felagnum í heyst verður ein dansiferð til Stockholms vikuskiftið 13. - 15 november, har vit vitja føroyska felagið í Stockholm og eisini vísa tann føroyska dansin fram alment, siga tey úr dansifelagnum Fótatraðk.
Til tess at útvega pening til ferðina skipar felagið fyri eingilskum dansi 12. september frá klokkan 22 til 03 inni í Føroyahúsinum har Eyðun Nolsøe band spælir til dans.