Tann 30. juli í ár setti Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, danska løgmálaráðharranum, Lene Espersen, ein skrivligan fyrispurning um trupulleikar hjá føroyskum útisetum at fáa grønt pass
Spurningurin var soljóðandi:
»Kan ministeren redegøre for, hvorfor færinger bosiddende uden for Færøerne ikke længere kan få tildelt ?grønt? pas, og for, hvorvidt ministeren vil rette op på det problem?«
Atvoldin til fyrispurningin er, at føroyskir útisetar í bæði Danmark og øðrum londum hava vent sær til Høgna Hoydal sum fólktatingslim og fáa hann at kanna, hví tey hava fingið noktað eitt grønt pass, har Føroyar og føroyingur er skrivað undir tjóðskapi, skrivar Høgni Hoydal í tíðindaskrivi.
Ístaðin hava tey fingið boð um, at tey bert kunnu fáa eitt danskt pass, har tjóðskapurin er lýstur sum danskur.
Í svari fríggjadagin sigur Lene Espersen, at búðstaðurin hjá umsøkjaranum er avgerandi fyri, hvørt grønt pass verður flýggjað út. Sambært svarinum er tað tó nú møguligt at fáa broytt hesa mannagongd:
»Justitsministeriet er i øvrigt indstillet på at lempe betingelserne for udstedelse af færøsk pas, hvis der er ønske herom fra færøsk side«, skrivar Lene Espersen millum annað í svarinum til Høgna Hoydal.