23. juli fer føroyska útisetafelagið, ÍF-Føroyar at spæla venjingardyst móti NSÍ. Hetta skrivar heimasíðan hjá NSÍ.
Á liðnum hjá ÍF spæla fleiri leikarar, sum fyrr hava gjørt um seg í bestu føroysku deildunum. Millum teir, sum í ár spæla á liðnum, kunnu eitt nú nevnast Jan C. Dam, Jan Guttesen og Sunnvard Joensen, sum allir hava verið við í oddinum í føroyskum fótbólti.
Í løtuni er ÍF Føroyar á triðja plássinum í seriu 1, men málið er vinna sær uppflyting til Keypmannahavnarseriuna.