Útisetarnir eru danmarksmeistarar

 

Kvinnurnar á nýggju fimleikadeildini hjá føroyska útisetafelagnum í Keypmannahavn, ÍF Føroyum, framdu í dag eitt megnaravrik. Tær vunnu nevniliga DM-kappingina í 3. division. Ætlanin var, at tær skuldu luttaka í bestu deildini, men tær gjørdust ov seinar at tilmelda.

 

ÍF Føroyar, sum er mannað við kvinnum, ið áður hava verið í Havnar Fimleikarfelag, vunnu kappingina greitt. Tær fingu 15,70 stig og endaðu heili trý stig frammanfyri Bellatrix úr Espergærde, meðan Team Bianca úr Greve gjørdist nummar trý við 12,60 stigum.

 

Hóast eingin føroyskur fjeppari var til framførsluna í Silkeborg hjá føroysku kvinnunum, so var høllin á gosi eftir frálíku framførsluna, sum tryggjaði teimum greiða sigurin.

 

- Kappingarárið er nú komið at enda, og sigast kann, at vit eru væl nøgdar við úrslitið, hóast smá kiks vóru í framførsluni. Vit eru sera spentar til komandi ár, og vit eru longu farnar í gongd við at fyrireika. Ætlanin er at fáa eina amboðsseriu, soleiðist at vit kunnu gera okkum galdandi í 1. division, sigur Ruth Smith, ein av fimleikarunum hjá ÍF Føroyum.

 

Tær, ið mannaðu føroyska liðið, vóru Ruth Smith, Bjørg E. Ellendersen, Jeanni Petersen, Lindis Petersen, Unn Øssursdóttir, Elin Bærentsen og Turið Nattestad.