Fótbóltur
Jákup Mørk
Kaunas, Litava: Tað tóktist skelka allan fótbóltsheimin, at tað leygardagin eydnaðist føroyska fótbóltslandsliðnum at megna 2-2 á heimavølli ímóti Eysturríki.
At Føroyar fáa stig móti Eysturríki er sjálvandi góð søga, tí øll fótbóltsáhugað minnast framvegis 1-0 sigurin í Landskrona í 1990.
Søgan er eisini góð, tí tað er ikki á hvørjum degi, at Føroyar vinna stig í undankapping. Tað vóru fýra ár millum 2-2 á Kypros og so 1-1 ímóti Eysturríki leygardagin. Hetta var fyrsta stigið, sum Føroyar hava vunnið á Tórsvølli. Síðani stigið varð vunnið á Kypros, hevur føroyska landsliðið spælt átjan undankappingardystir, uttan at tað hevur eydnast at vinna stig.
Eftir 1-1 leygardagin verður við longsli droymt um, at Føroyar aftur skulu vinna trý stig. Jógvan Martin Olsen hevur havt ábyrgdina í trý ár. Seinasti dysturin við honum sum ábyrgdarmanni verður í Vilnius í Letlandi mikukvøldið. Avrikið leygardagin ber sjálvandi við sær, at tað var nógv hugaligari hjá landsliðnum at fara úr Vágum í morgun, enn tað hevði havt verið, um tað ikki hevði havt eydnast at vinna stig ímóti Eysturríki.
Sjey fátøk ár
Tað eru meiri enn sjey ár síðani, at tað hevur eydnast at vunnið í undankapping. Síðsti sigurin varð vunnin 1. september 2001, tá ið Jens Kristian Hansen við brotssparki skoraði einasta málið ímóti Luksemborg á Svangaskarði. Tá var Allan Simonsen venjari.
Í tíðarskeiðnum 1994-2003, tá ið Allan Simonsen hevði ábyrgdina, vunnu føroyingar seks undankappingardystir: tveir ímóti San Marino, tveir ímóti Malta og tveir ímóti Luksemborg.
Bestu úrslitini hjá Allan Simonsen vórðu roknað at vera teir báðir javnleikirnir, sum hann uppnáddi. Teir vóru 3. september í 2000, tá ið úrslitið var 2-2 ímóti Slovenia, og 6. september 2002, tá ið úrslitið ímóti Skotlandi var 2-2. Báðir dystirnir vórðu spældir á Svangaskarði.
Henrik Larsen hevði ábyrgdina av landsliðnum 2003-2006. Tað eydnaðist honum bara at vinna stig í 2-2 javnleikinum á Kypros fyri fýra árum síðani.
Færri útisetar
Leygardagin vóru fýra spælarar, sum umboða útlendsk feløg á føroyska liðnum: Atli Danielsen og Jón Rói Jacobsen úr Frem, Christian Høgni Jacobsen úr AB og Christian Lamhauge Holst úr Silkeborg. Allir spæla teir í næstbestu donsku deildini.
Jógvan Martin Olsen hevur ofta endurtikið, at um landsliðið skal lyftast, so er neyðugt við fleiri spælarum, sum hvørja viku spæla á høgum støði uttanlands. Sama sjónarmiðið høvdu Allan Simonsen og Henrik Larsen.
Teir fýra omanfyri nevndu spæla hvørja viku á grasi, men teir spæla ikki í fremstu donsku deildini.
Um sammett verður við, tá ið Henrik Larsen vann sítt einasta stig saman við Føroyum, so vóru fimm útisetar á liðnum á Kypros í 2004: Jón Rói Jacobsen, Frem, Julian S. Johnsson, ÍA Akranes, Fróði Benjaminsen, Fram Reykjavík, Claus Bech Jørgensen, Coventry FC og Andrew av Fløtrum, Fremad Amager.
Tá ið Føroyar 1. september 2001 vunnu 1-0 á Luksemborg vóru seks útisetar á liðnum: Jákup Mikkelsen, Molde, Óli Johannesen, Hvidovre, Súni Olsen, Zwolle, Christian Høgni Jacobsen, Esbjerg, Johan Byrial Hansen, OB og Julian S. Johnsson, Hull City, sum tá var í triði bestu eingilsku deildini, og sum nú er triði ovast í bestu eingilsku deildini.
Nú tykist ganga rætta vegin, hóast talið á útisetum er lækkað!