Útisetarnir ígongd

Sunnudagin byrjaði endaspælið í flogbólti hjá teimum liðum, sum ikki megnaðu at vinna seg fram í elituendaspælið.
Talan er um sonevndu elitukvalifikatiónina, og her høvdu Holte IF vitjan Bedsted KFUM. Ragnar í Haraldsstovu og Bárður B. Mikkelsen vóru báðir á liðnum hjá Holte, meðan Steinar Eirikstoft ikki fekk tikið lut vegna skaða.
Og talan gjørdist um ein tryggan sigur til Holte. Við settúrslitunum, 25-21, 25-17 og 25-20 var ongantíð nakar ivi um, hvønn veg dysturin skuldi fara, og soleiðis kom Holte væl avstað í kappingini um at endurvinna sær sætið í bestu deildini, tá farið verður undir nýggja landskapping í heyst.