1. deild menn:
B68-HB 1-5 (0-1)
Føroysku fótbóltsútisetarnir í Íslandi, Allan Mørkøre og Uni Arge, skoraðu trý mál, tá HB vann 5-1 á toftamonnum sunnudagin.
B68 var leingi væl við í dysanum var tað lætt hjá HB at økja leiðslan upp í 5-1.
Í fyrra hálvleiki kom bara eitt mál, og tað var verjuspælarin Hans Fróði Hansen, sum gjørdi tað málið. Hann var nærum ódekkaður, tá hornaspark varð sent innfyri, og hann stútaði bóltin í netið til 1-0.
HB hevði yvirvág í spælið, men fleiri ferðir útviklaðu støður, sum ikki tóktust verða serliga vandamiklar, seg til B68-kjansir. Einu ferðina gleið ein HB-verjumaður, men tað eydnaðist ikki B68 at skora hóast tað.
HB royndi at spæla gjøgnum síðurnar, har Allan Mørkøre og Magni á Lakjuni stóðu fyri tí álopssinnaða partinum, og Allan Mørkøre var við í nógvum. Hann legði upp og skoraði, og tað var týðuligt, at hevði Allan verið við hjá HB alt ár, so hevði breiddin og tyngdin í álopsspælinum verið ein heilt onnur, enn hon hevur verið.
HB hevði alt móti endanum
Í seinna hálvleiki økti innskifti Andrew av Fløtum til 2-0. Allan Mørkøre sendi innfyri úr høgru, Uni royndi seg við skoti, men málverjin bjargaði, og so var Andrew fyrstur á returinum og sendi í kassan.
Løtu seinni gjørdist tað 3-0, og hesaferð var tað landsliðsmaðurin Uni Arge, sum skoraði. Málið kom eftir trunkaspæl í B68-brotsteiginum, bólturin fór nakrar ferðir aftur og fram, og so endaði hann hjá Una, sum var staddur stutt frá málinum nakað í høgra borði, og hann sendi bóltin í málið.
Eftir at HB hevði økti til 3-0 kom B68 fyri seg, og teir høvdu góða løtu trýst á HB-málið. Tað lá í luftini, at teir fóru at fáa mál, og tað eydnaðist eisini tá innskifti Kristian Poulsen var knappur, tá HB-verjan ikki fekk ruddað burtur og smekkaði til. Bólturin fór í málið, og so stóð 3-1.
HB tók meira og meira yvir eftir málið, og seinasta partin av dystinum stóðu teir fyri øllum. Tað gjørdist 4-1, tá Bjarki Mohr dróg fram í vinstru, sendi uppá tvørs til Allan Mørkøre, sum síðani legði bóltin fyri føturnar á Una, sum útplaseraði málverjan.
Og Allan Mørkøre setti sjálvur punktum, tá hann vann bóltin frá einum B68-verjuspælara og sendi í málið.
Sigurin gjørdist greiður og stórur, men B68 hevði eisini síni tilboð. Teimum tóku teir ikki av, og seinastu løtuna, var tyngding og orkan á HB-liðnum ov nógv fyri B68.
B68: Allan G. Joensen ? Jákup Djurhuus, Edmund Jacobsen, Finn Mørk, Signar Johannesen, Messias ? Marlon, Jan Petersen, Fróði Benjaminsen ? Aksel Højgaard, Øssur Jacobsen.
HB: Bárður Johannessen ? Hallur Danielsen, Hans Fróði Hansen, Jan Dam, Jacob Eli Olsen ? Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Jens Erik Rasmussen, Magni á Lakjuni ? Uni Arge, Súni Fríði Johannesen