Tað eigur ikki at koma fyri at fólk fáa ymiska viðgerð frá TAKS, bara tí onkur ger vart við. Hetta skapar órógv, misnøgd og sáar iva um trúvirðið hjá hesum almenna stovni. Skattligu viðurskiftini mugu verða greið og ongin ivi eigur at verða hvørki hjá TAKS ella skattgjaldara, hvat og hvussu nógv TAKS skal innkrevja. Hetta má fáast uppá pláss, annars er vandi fyri , at hesir menn taka avleiðingarnar og flyta av landinum.
Um orsøkin er at lógirnar og kunngerðirnar kunnu tulkast ymist, alt eftir hvør lesur tær, so má Fíggjarmálaráðið bera so í bandi at hetta kemur í rættlag skjótast.
Um hetta ikki er trupulleikin, so má leiðslan í TAKS taka stig til at hesi viðurskifti koma í rættlag.
Tað verður tosað nógv um at fáa fólk heim til land okkara eftir lokna útbúgving. Samtíðis leggja vit so stórar skattabyrðar á tey sum arbeiða í Føroyum, at fólk flyta av landinum, ja flýggja undan skattabyrðini.
Her má koma vend í. Eitt komandi landsstýri má broyta skattaskipan okkara. Fólkaflokksins boð er at fara yvir til eina flat-tax skipan har tú ongantíð verður skattaður meir enn 40% av tí sum tú vinnur. Tey sum í dag vinna meir enn 20.000 um mánaðin gjalda toppskatt uppá 68%, umframt gjøld og annað.
Vit mugu gera tað liviligt hjá fólki her í landinum. Tað skal loysa seg at arbeiða. Vit mugu gera alt fyri at fólk ikki stingur í sekkin orsakað av lógum, sum taka hugin frá fólki at arbeiða.
Hetta má fáa hægstu raðfesting í eini komandi samgongu.