Útisjónleikur á Ólavssøku

MáF og Gríma skipa í felag fyri útisjónleiki á Ólavssøku í ár. Sjónleikurin verður skipaður eftir sama leisti sum tann í 1991 og verður hann framførdur Ólavssøkudag

Sjónleikurin verður skipaður í tveimum pørtum. Tann fyrri parturin byrjar uppi við SMS, har leikarar fara at ganga oman gjøgnum býin. Aftur við verða millum annað tónleikur og dansur til afrikanskar rytmir. Tey fara so eisini at framføra nakrar smáar leikir á veg oman til Tinghúsið. Av leikunum, sum tey fara at framføra, kunnu nevnast tey bæði kendu ævintýrini um Reyðhettu og Kloss Hans.
Tá komið verður oman til Tinghúsið steðga tey á og á skránni har, verður ein lítil skemtilig skola til tingmenninar. Leikararnir hava stovnað ein nýggjan flokk, sum hevur fingið navnið Ommuflokkurin. Skolan er ein sangur, sum tey fara at syngja í sonnum Suffía mostur stíli. Øll kenna jú søguna um Suffíu mostur, sum skeldar dólgarnar í Kardamummubýnum.

Annar partur
Frá Tinghúsinum verður so gingið oman á Kongabrúnna, har annar partur av útisjónleikinum byrjar. Tað verða limir úr Klaksvíkar Sjónleikarafelag, sum koma at framføra tann partin.
Hesin parturin av leikinum hevur fingið navnið Føroyar verða kristnaðar. Og snýr hann seg um tíðina frá tí, at Sigmundur varð kristnaður og inntil Føroyar vórðu kristnaðar. Útisjónleikurin endar við at so navnframir sangarar sum Eivør Pálsdótti, Terji Rasmussen, Rókur J. Jacobsen og Kristina Elisabeth Mørkøre saman við orkestri fara at syngja sangin Frægir funnu Føroyar land.
Klaksvíkar Sjónleikarafelag venur til útisjónleikin í fimleikarahøllini í Klaksvík. Egi plagar at vera umleið tvær ferðir um vikuna í Klaksvík og leggur teimum lag á. Men leikararnir eru eisini, umframt hesar báðar venjingarnar, og venja sjálvir onkur kvøld í vikuni. Tey hava vant nú í umleið ein mánaða.

Leikstjórar úr Grímu
Leikstjórarnir eru allir limir í Grímu. Talan er um Biritu Mohr, Ega Dam, Katarina Nolsøe, Gunnvá Zachariassen og Ria Tórgarð. Egi Dam leikstórnar partinum, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag tekur sær av. Tróndur Enni setur tónleikin, meðan Rógvi á Rógvu tekur sær av trummunum. Búnunum taka Elisabeth Pike og Hasla Olsen sær av.
Egi Dam sigur, at tað vísti seg at vera sera torført at fáa fólk til útisjónleikin. Hetta sást serliga aftur í tekningarlistunum. Fleiri av teim smærri feløgunum hava teknað seg til, men av tí at tey hava verið so fá, so kundi tað ikki lata seg gera at fáa nakað upp á beinini har. Tískil eru tey, sum ynsktu at vera við, í Havn og venja saman við teimum har.
Í Klaksvík eru tey um 30 fólk, sum venja til útisjónleikin á Ólavssøku.
Hans Hjalti Skaale, formaður í Klaksvíkar Sjónleikarafelag, sigur, at tað hevur gingið hampuliga væl at fáa fólk til útisjónleikin.
- Eg haldi ikki, at annað kann sigast, enn at tað er gott, tá tað hevur eydnast okkum at fáa 25 til 30 fólk at venja sjónleik mitt í feriutíð, heldur Hans Hjalti.

Veðrið alt at siga
Egi Dam, leikstjóri, sigur, at veðrið hevur alt at siga, um ein tílíkur sjónleikur skal eydnast.
- Um veðrið verður gott, tað vil siga turt og ikki ov nógvur vindur, so eydnast tað væl, men verður tað regn og ella vindur, so eydnast leikurin ikki. Tað er bara so, sigur Egi Dam og leggur aftur at, at veðrið í 1991 og 1993, tá útisjónleikir vóru á skránni seinast, var strálandi báðu ferð, so hann vónar, at tað fer at vera gott aftur í ár.
Og ikki kann annað sigast enn, at tey, ið á ein ella annan hátt hava nakað við Ólavssøkuna at gera í ár, tað veri seg bæði sum gestir, fyrireikarar ella annað, eiga tað góða veðrið til góðar frá seinasta ár, tá tað var rættiligt illveður Ólavssøkudag.