Tit mugu bara geva tol

- Sandoyartunnilin er ein perfekt íløga at hita búskapin við, um búskapurin byrjar at kólna aftur. At fara undir hesa íløguna nú ið so nógv virksemi er kring landið, hevði verið skilaleyst, sigur Magni Laksáfoss, fíggjarmálaráðharri.

Sandur: Magni hevur fingið mangt orðið oman yvir sín kropp, eftir at hann varð spurdur um hansara hugsan um Sandoyartunnilin.

Hann hevði neyvan væntað, at hetta fór at føra til slíkt kjak og ókvæmisorð, eftir at hava svarað einum spurningi frá einum tíðindafólki.

- Eg standi framvegis við tað eg segði tá: Sandoyartunnilin tolir at bíða nøkur ár. Eg skilji væl, at sandoyingar ikki skilja meg, men eg vísi bara til nógva virksemið í øllum samfelagnum.

- Tunnilin skal nokk koma, men tað verður ikki beinanvegin, slær hann fast.

Fíggjarmálaráðharrin leggur dent á, at hann gongur inn fyri einum tunli til Sandoynna, tí hann ynskir eisini at tryggja sandoyingum gott samband við meginøkið.

- Samband má og skal vera til oynna, og tá tað verður neyðugt at skifta út ferjurnar og ferjulegurnar, er helst rættari at bora ein tunnil. Hann er bíligari í rakstri og gevur munandi betri samband, men er ikki eitt átrokandi mál beint nú, sigur hann.


Gev tol

Samstundis við hetta er Magni sannførdur um, at ein tunnil fer ikki einsamallur at tryggja Sandoynni livilíkindi í framtíðini.

Bæði í Vágum og í Norðoyggjum var nógvur dynamikkur og eitt vælskipað vinnulív, áðrenn tey fingu sínar tunlar. Slíkt virksemi er ikki í Sandoynni í dag.

- Tá vágafólk og norðoyingar fingu fast samband við meginøkið, var hetta sum at lata upp fyri einum streymi av vinnuligum virksemi og førleika sum fór báðar vegir.

- Í dag hava hesi økini ment seg ótrúliga nógv, og hvør sigur ikki tað, at Sandoyggin eisini fer at gera tað í framtíðini. Men tit mugu bara geva tol, staðfestir Magni.

Hann trýr meiri uppá, at Sandoyartunnilin fer at gera tað lættari hjá fólki at ferðast millum heim og arbeiðið teirra í Havn, júst sum støðan er hjá kvívíkingum og eysturoyingum.

Hetta er í roynd og veru sama støðan sum hjá fíggjarmálaráðharranum sjálvum, sum hvønn dag koyrir millum heim sítt á Streymnesi og arbeiðspláss sítt í Fíggjarmálaráðnum á Argjum.



Spjaða íløgurnar

Tað eru helst ikki øll sum hugsa um tað, men sum fíggjarmálaráðharri er Magni eisini settur at ansa eftir búskapinum í samfelagnum.

Ein partur av hesum arbeiðinum er at tryggja at peningurin í landinum verður brúktur á skynsamasta hátt - stutt sagt, at peningurin verður brúktur har, sum hann ger mest gagn, og ikki minst at hann verður brúktur tá hann skal.

- Hetta er galdandi fyri allar íløgur her á landi, eisini tá talan er um ein komandi tunnil undir Skopunarfjørð, slær Magni fast.

Fyri Magna eru tað fleiri viðurskifti sum gera, at hann er ímóti at tunnilin verður gjørdur beint nú. Men at siga, at hann er ímóti Sandoyartunlinum í síni heild, er púra skeivt.

- Nei, eg eri ikki ímóti at tunnilin kemur, als ikki, men eg haldi at timingin er ikki røtt. Hetta er ein íløga sum vit saktans kunnu drýggja út eitt sindur og sum kann bíða, inntil búskapurin ikki er so heitur longur.

- Í dag er støðan hon, at vit mangla arbeiðsmegi og tað í stóran stíl. Tí er neyðugt at vit spjaða íløgurnar, so ikki alt klumpar seg saman, sigur fíggjarmálaráðharrin.


ÆTlanir

Fyri Magna er eingin orsøk at tað almenna skal fara undir nógvar og stórar byggiætlanir, tá so nógv virksemi longu er í landinum.

- Sandoyartunnilin kann bíða, og tí mást tú, Eyðun og tit onnur, bara geva tol eitt sindur aftrat, sigur Magni avgjørdur.

Nógva virksemi vísir seg serliga í trotinum á handverkarum, og kemur at verða tað eina tíð enn, nú stórar nógv sethús verða bygd, eins og stórar privatar og almennar ætlanir liggja fyri framman.

Her er talan eitt nú um Stóratjørn og Skálafjarðartunnilin, og um aðrar almennar og kommunalar byggingar og útbyggingar. Ein teirra er útbyggingin av flogvøllinum í Vágum, og sum landsstýrið hevur bundið seg til at fremja næstu árini.

- Tá alt hetta er liðugt, kann vera brúk fyri at hita búskapin upp aftur eitt sindur. Men beint nú, er timingin fyri eini so stórari íløgu sum einum tunli sera óheppin!


Hendurnar mangla

Ein slík íløga sum Sandoyartunnilin fer eftir fyribils metingunum at liggja um einar 700 mió krónur.

Men í roynd og veru er tað ikki fíggingin sum er trupulleikin, tí landskassin eigur pening á bók, ikki minst eftir at Føroya Banki varð einskildur.

- Fíggingin sjálv er ikki tann stóri trupulleikin. Men hvussu skulu vit fáa fatur á teimum hondunum, sum skulu gera arbeiðið?! Í Føroyum er so at siga ógjørligt at fáa fatur á einum handverkara.

Skal ein so stór íløga gerast, kemur hon at leggja stórt trýst á búskapin, tí hon fer at krevja millum 150 og 200 mió krónur í íløgum um árið í nøkur ár frameftir. Hetta skal aftur síggjast í mun til íløgukarmin hjá landsstýrinum sum er umleið 300 mió um árið!

Her er eisini vert at nevna, at tá ein raðfestir ella útsetir eina ávísa ætlan, so rakar tað onkran og fær ávirkan á aðrar ætlanir.

Tað er tí helst so, sum Magni sigur: - Tað er altíð onkur sum verður keddur av eini politiskari avgerð. Vit, politikkarar kunnu ikki gera øllum til vildar.


½ mió fyri hvønn sandoying

- Skuldi tað almenna bæði gjørt tunnilin og útbygt flogvøllin sama ár, hevði tað fylt allan íløgukarmin bæði í ár og í komandi ári. Tí sigi eg, at vit eiga at bíða eitt sindur við hesi íløguni um Skopunarfjørð.

- Og so mást tú, mín góði vinur, heldur ikki gloyma, at ein tunnil til Sandoynna kostar tað sama sum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin tilsamans! Mítt arbeiði er at velja og ikki minst at velja frá tað sum er mest fornuftigt fyri ALT samfelagið.

- Tað má eg eisini gera í hesum førinum, hóast eg ikki eru populerur í Sandoynni beint nú. Men eg trúgvi, at tey sum hugsa um landsbúskapin í síni heild munnu vera samd við mær, slær Magni fast.

Hann vísir í sama viðfangi á nýtsluvirðið av hesum tunlinum, í mun til hinar báðar: Vágatunnilin kostaði minni enn 100.000 kr. fyri hvønn íbúgva í Vágum, og Norðoyatunnilin uppaftur minni, einar 70.000 kr.

Hinvegin hevði ein tunnil til Sandoynna kostað góðar 500.000 kr. fyri hvønn íbúgva. Samstundis eru sera stórar íløgur gjørdar í ferðamøguleikarnar hjá sandoyingum, bæði í ferju, ferjulegur og vegaføring.

- So tú skilir, Eyðun, at hetta er nógvur peningur til hesi 1400 fólkini í oynni. Men gev tol, tunnilin skal nokk koma, hóast hann ikki hevur hægstu raðfesting beint nú!, slær fíggjarmálaráðharrin fast.




Flyta úr bygd til býin

Ein partur av trupulleikanum í Sandoynni er at tað unga fólkið flytur burtur og kemur ikki aftur. Hetta er fíggjarmálaráðharrin fult greiður um.

- Henda støðan er ikki bert galdandi fyri tykkum í Sandoynni. Langt frá tí. Hetta sama ger seg galdandi á nógvum øðrum støðum í Føroyum, greiðir Magni frá.

Hann vísir til hagtølini sum siga, at eitthvørt øki bert megnar at halda fast við 70-80% av fólkinum - t.v.s. at fyri hvørji 1000 fødd børn flyta millum 2 og 300 teirra úr økinum og koma ikki aftur.

- Tú behøvist bara at hyggja eftir øllum teimum sum vórðu fødd her í 1970 til dømis. Hvussu nógv av hesum búgva framvegis her?

- Tað er bara so, Eyðun, at summi øki missa gott fólk, tí tey flyta úr bygdunum og inn í býirnar. Vit síggja tað í øðrum londum og vit síggja tað sama í Føroyum, tí tiltrekningskraftin í Havn er so stór.

Henda gongdin er ikki einans treytað av samferðsluni, men av bygnaðinum í økinum og teimum fortreytum sum hetta virkar undir. Ein sær haraftrat at fólkatalið í Havn er ikki vaksið tey seinastu fýra árini og at fólkatalið minkar í ávísum býarpørtum.

- Tað eru tí ikki bert tunlar og pengar, sum gera at øki og býir minka. Spurningurin er altíð, hvørji størv og hvørji tilboð og ítriv eru til fólkið í økinum.

- Satt at siga, Eyðun, so hevur tú púra rætt í tí, tá tú spyrt, um nakað er at gera hjá einum professara í Sandoynni?