Richard Danielsen
-----
“Hvør tann, ið trýr, at Jesus er Kristus, er føddur av Gudi, og hvør tann, ið elskar Faðirin, elskar eisini tann, sum føddur er av Honum.” 1. Jóh. br. 5,1.
Tað eru nakrir gudloysingar til (ateistar), teir trúgva ikki á Gud, sum tað liggur í orðinum “gudloysingur”. Tað eru tíbetur ikki mong, sum játtað seg til hesa vónleysu støðu. Trýrt tú ikki á Gud, so ert tú vónleysur, tú eigur onga troyst í hesum vónleysa lívi, uttan trúgv. Tú eigur onga veruliga troyst til tey, sum tú elskar, tey, sum koma aftaná tær, ongan sannleika, einki lív, uttan hetta stutta lív her, sum kann enda í dag fyri ein og hvønn av okkum, og tú eigur ongan veg, sum tú veist hvar hann ber.
Onnur eru, sum trúgva at Gud, er til, at hann er skaparin, sum vit ein dag skulu møta. Men er tað nokk? Kunnu vit liva lívið, sum vit ynskja og ikki trúgva og fylgja skriftunum, sum Gud hevur givið okkum til leiðbeiningar og so rokna við at koma til Gud, og hann vil taka okkum til sín, inn í Himmal sín? Paulus ápostul sigur so um heilagleika Guds:
“Hann, sum eina hevur ódeyðiligleika, sum býr í ljósi, sum eingin kann koma til, Hann, sum einki menniskja hevur sæð ella kann síggja – Honum tilhoyrir heiður og ævigt vald! Amen.” 1. Timoteus br. 6,16.
Jesus sigur: “Tit mugu føðast av nýggjum.” Í sama kapitli, sum Jesus sigur hatta við lærda ráðharran Nikodemus, stendur hetta:
“Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív; men tann, ið ikki vil lýða Sonin, skal ikki síggja lívið; nei, vreiði Guds verður verandi yvir honum.“ Jóh. 3,36.
Tað er umráðandi at trúgva á Jesus Kristus, Jesus sigur eisini hetta við lærisveinar sínar:
„Hjarta tykkara óttist ikki! Tit trúgva á Gud – trúgvið á Meg við!”
Jákup sigur í brævi sínum:
“ Tú trýrt, at Gud er ein. Tað gert tú beint! Hinir illu andar trúgva tað við – og skelva!” 2,19.
Tað er sostatt umráðandi at koma til Jesus og fáa syndir sínar avtváaðar í Kristi blóði, hann er millummaður millum Gud og okkum, tað er eingin vegur til Gud uttan gjøgnum Jesus Kristus. Vit mugu verða fødd av nýggjum við trúgv á Jesus Kristus.
Men hann hevur eisini gjørt ein veg til reiðar til okkara. Paulus sigur í 2. Korintbrævi 5. kapitli soleiðis:
“Tí í Kristusi samdi Gud heimin við Seg sjálvan og tilroknar teimum ikki syndir teirra, og Hann hevur lagt niður í okkum orð sáttarinnar. Vit eru tá sendiboð í stað Kristusar, sum tað hevði verið Gud, ið áminti við okkum; vit biðja í stað Kristusar: Verðið sátt við Gud!”
Gud hevur altso samt allan heimin við seg við at geva son sín í deyðan fyri okkum øll. Og nú sigur hann við okkum: “Verðið sátt við Gud!” Hetta ljóðar kanska sum ein mótsøgn, men tað er tað ikki. Hann hevur gjørt alt, men sigur: “Verðið sátt við Gud!” Tað vil siga, tú mást taka ímóti tí. Tað er, sum um eg skuldi givið tær eina gávu. Eg fari í krambúðina og keypi gávuna til tín, biði tey pakka hana vakurt inn og fari so til hús og leggi hana frá mær, tí dagin eftir ætli eg mær at geva tær gávuna. Hvør eigur nú gávuna? Tú sjálvandi, tí eg havi ikki keypt hana til mín sjálvs, men til tín. Men tað vísir seg, at tú av eini ella aðrari grund, vilt ikki taka ímóti gávuni, og tí er gávan ikki tín longur, men eg gevi onkrum øðrum hana kanska.
“Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara;” Jóh. 1,12.