Tit vóru við til at bjarga laksinum

Royndirnar hesi seinastu fimtan árini at steðga veiðuni eftir laksi á opnum havi hava givið úrslit. Stovnurin er við at koma fyri seg aftur, og var árið í ár tað besta fyri frítíðarfiskarar í londunum við Atlantshav. ?Hetta kunnu vit m.a. takka føroyingum fyri sigur Orri Vigfússon, sum er undangongumaðurin í hesi einastandandi og slóðbrótandi verkætlan, sum allur heimurin kann læra av.

Stovnsrøkt
Jan Müller

Tað eru júst fimtan ár síðani, at íslendski vinnulívsmaðurin Orri Vigfússon kom til Føroya og inniliga heitti á føroyingar um at gevast við at veiða laks á opnum havi, tí stovnurin varð við at verða niðurfiskaður. Í dag kann ein errin Orri og harvið eisini øll tey, sum vara av laksinum í Norðuratlantshavi fegnast um, at royndirnar at bjarga laksastovinunum hava eydnast. Nú eru nevniliga greið tekin um, at stovnurin er við at koma seg og hetta m.a. tí, at føroyingar og aðrar tjóðir lurtaðu eftir Orra Vigfússyni og góvust við veiðuni.

Í hesum sambandi hevur Orri Vigfússon júst verið á vitjan í Føroyum fyri at takka fyri stuðulin, sum føroyingar hava víst í hesum stóra og álvarsliga máli.

-Eg fari gjøgnum Vinnusíðurnar í Sosialinum, sum eisini tók hetta málið upp, tá eg var her fyri fimtan árum síðani, at takka øllum føroyingum, sum hava gjørt sítt til, at laksurin nú aftur er við at koma fyri seg.

Orri Vigfússon kom til Føroya í oktober í 1989 og helt ein óformellan fund við felagið Laksaskip, har hann heitti á felagið um at gevast við laksaveiðuni, tí stovnurin var hóttur. Felagið skuldi so fáa eina ávísa upphædd at lata fiskimonnum fyri mistu veiðuna. Laksaskip gekk við til at samráðast um málið og eftir samráðingar í umleið hálvtannað ár, tvs. í apríl 1991 varð ein avtala gjørd millum Laksaskip og grunnin, sum Orri hevði sett á stovn, um steðga veiðuni við tí endamáli at menna stovnin aftur. Grunnurin hevði til endamál at útvega pengar frá fólkum og stovnum og myndugleikum, sum mettu tað vera altumráðandi at steðga vaksandi laksaveiðuni fyri síðani at geva hesar pengar út aftur til fiskimenn, sum játtaðu at gevast við veiðuni. Hetta skuldi vísa seg at vera ein genial skipan, sum kom at venda eini niðurgongd í laksastovninum til ein vøkstur ístaðin.

Vil steðga garnaveiði
Eftir at hava lagt botn í Føroyum og her fingið eitt góð úrslit at brúka yvirfyri øðrum eisini varð avtala gjørd við fiskimenn í Labrador, New Foundlandi, Grønlandi, Íslandi, Wales, Norðurírlandi, við Norðsjógvin og í Biskayavíkini. ? Øll hesi londini og økini hava hildið síni lyfti, og eingin hevur veitt laks í 15 ár. Nú er so eftir at fáa fiskimenn í Írlandi, onkunstaðni í Skotlandi og í Noregi at gevast við síni rekagarnaveiðu eftir laksi.

Annars er tað bara Írland, sum ikki hevur játtað at vera við í royndunum at steðga laksaveiðuni á opnum havi. Eg royni nú at sannføra írar um, at garnaveiðan fer sera illa við laksinum, soleiðis at hann ikki verður líkinda matvøra og prísurin verður hareftir. Tí er eingin orsøk til at halda lív í hesi veiðu.

Orri Vigfússon hevur í løtuni samráðingar við fiskimenn í Tróndheimfjørðinum í Noregi fyri at fáa teir at gevast við at veiða laks við gørnum. Meira enn helvtin av teimum hava játtað at gevast, so tað sær lovandi út. Eftir er so eisini at tosa við fiskimenn á Kola hálvoynni í Ruslandi og indianar í St. Lawrence flógvanum í Kanada. ?Ætlan mín er at koma heilt á mál við hesum innan trý ár sigur Orri, sum eisini vónar, at hetta tiltakið, sum vísir seg at vera so væleydnað, kann brúkast sum fyrimynd í øðrum pørtum av heiminum, har fiskastovnar eru hóttir.

Talan er sum sagt um norðuratlantiska laksastovnin. Laksurin verður settur út í tilsamans 2300 áum í øllum londunum við Norðuratlantshavið og nærhendis, haðani laksurin síðani finnur sær leiðina til ríku beitiøkini við Grønland, Føroyar og Ísland, har hann etur seg stóran og eftir tað finnur sær leiðina aftur til áirnar, har hann varð sleptur út.

Besta laksaár í 25 ár
Orri Vigfússon fegnast um úrslitið av arbeiðinum. Hann hevur alla orsøk til at vera ein stoltur maður. 2004 hevur nevniliga verið besta árið í 20 til 25 ár hjá frítíðarfiskarum í hesum økinum, haðani nógvur laksur er settur út tvs. í Íslandi, Skotlandi og Kanada. Kortini ásannar hann, at stovnurin enn er ov veikur til at farast kann undir veiðu á opnum havi. Her er nevniliga talan um eina longri prosses, og tað er spurningur at geva tol. Og tí er neyðugt ikki at taka uppaftur fiskiskapin enn.

Orri Vigfússon leggur dent á , at fyri mong fólk úti á landinum í Íslandi, hevur laksurin alt at siga. Umleið 75% av inntøkuni hjá mongum av íbúgvunum við firðirnar og áirnar inni í landinum stava frá laksinum. Talan er tí eisini um at bjarga tilverugrundarlagnum hjá mongum fólkum bæði í Íslandi og í øðrum londum, har laksurin verður sleptur út.

Vit megnaðu tað saman
-Vit megnaðu tað. Vit megnaðu tað saman, Ísland, Grønland og Føroyar, leggur Orri Vigfússon aftrat, nú hann er komin aftur til Føroya fyri at siga tøkk. Hann ásannar, at samanhald gevur styrki og tað er nettupp hetta samanhald og trúgvin uppá framtíðina, sum hevur verið kjarnin í øllum hesum. Men at tað so hevur borið til at fáa til vega pening at gjalda fiskimonnum fyri at gevast við veiðuni, hevur so eisini verið katalysatorurin í hesum málinum. Orri ásannar, at tað kann vera torført at koma á mál bara við góðum orðum og ynskjum. Í hesum førinum hevur tað so eydnast at bjarga einum fiskastovni á ein heldur óvanligan hátt. Men tað er ikki komið av sær sjálvum. Tað hevur kravt sín mann og nógva orku.

Og hesa orku og ótroyttandi treiskleika hevur íslendingurin Orri átt og eigur framvegis, nú tað seinasta takið skal takast fyri at steðga eitt nú garnaveiðu eftir laksi.


Bush og Baker hjálptu
Orri stovnaði NASF, sum stendur fyri North Atlantic Salmon Fund, í 1989, sama árið sum hann vendi sær til føroyingar fyri at fáa eina hjálpandi hond í hesi royndini at bjarga laksastovninum í Norðuratlantshavi. Síðani hevur hann arbeitt miðvíst við ætlanini og hevur vent sær til ríkfólk ymsa staðni í heiminum fyri at fáa tey at seta pengar í grunn, sum so skuldi gjalda fiskimonnum í m.a. Føroyum fyri at gevast við veiðuni í eitt longri tíðarskeið. Fyri harvið at fáa stovnin at koma fyri seg aftur. Hann fekk sera stóran stuðul úr USA í byrjanini frá eitt nú ríkari oljufamilju í Texas og eisini hava fyrrverandi forsetin George Bush, eldri og James Baker, fyrrv. uttanríkisráðharri stuðlað verkætlanini. Baker syrgdi fyri, at ólóglig laksaveiða í altjóða sjógvi varð steðgað. Teir skaffaðu eisini pening til at fíggja veiðusteðgin í eitt nú Grønlandi.

Orri Vigfússon sigur, at afturfyri at føroyingar hava stuðlað hansara arbeiði og eru givnir við at veiða laks gera hann og hansara lobbybólkur alt tað tey kunnu fyri at stuðla Føroyum. Verkætlanir eru settar í gongd í londunum, sum hava gingið við til at gevast við laksaveiðuni, eitt nú við krabba og kalva. Roynt verður eisini at sannføra aðrar tjóðir í Norðuratlantshavi um at lata føroyingum kvotur. Orri Vigfússon sigur, at íslendingar fara seint at gloyma føroyingum, at teir gingu við til at gevast við laksaveiðuni. Hetta hevur so nógv at siga fyri mong fólk í Íslandi, sum m.a. liva av laksinum. ?Tit føroyingar skulu vita, at tit verða ikki mettir sum útlendingar í Íslandi. Og vónandi kann eisini vísa seg í verki.





Myndatekstir


Høvuðsmynd

Verðinsmaðurin Orri Vigfússon her á skrivstovuni hjá blaðstjóranum á Sosialinum júst 15 ár eftir at sami Orri vitjaði í Føroyum fyri at fáa føroyskar fiskimenn og myndugleikar at síggja tað skilagóða í at gevast við laksaveiðuni. Orri Vigfússon arbeiðir annars á nógvum mótum. Hann hevur verið stjóri í Íslandsbankanum í fleiri ár. Hann framleiðir eisini vodka, sum verður selt eitt nú til Ruslands. Mynd Álvur Haraldsen

Kortið vísir, hvar laksurin ferðast og økini, har fiskiveiðan er steðgað og eisini øki, sum enn eru eftir at fáa í "foldina" tvs. har Orri og hansara fólk arbeiða við at fáa fiskimenn at gevast við eitt nú garnaveiðu eftir laksi.

Orri Vigfússon hevur fingið fleiri umhvørvisprísir ymsa staðni í heiminum fyri sítt slóðbrótandi arbeiði fyri at verja og menna laksastovnin í Norðuratlantshavi. Herfyri varð hann umrøddu í stóra amerikanska tíðarritinum, Time undir teiginum "European Heroes".


-