Fyrrapartin varð greitt, at tað verður vevlistakvinnan Tita Vinter, sum fær Mentanarvirðisløn Landsins, ið verður latin fyri at hava skapað listarligt lívsverk á høgum listarligum støði. Umframt stóra heiðurin fylgja 150.000 kr við virðislønini, sum er størsta mentanarvirðislønin, ið verður latin í Føroyum.
Fyrsta konufólk
- Eg eri ómetaliga fegin og takksom. Hetta er ein so ótrúlig kensla, at eg illa fái sett orð á hana, sigur Tita, men skundar sær at leggja afturat, at eftir hennara tykki eru tað fleiri onnur enn hon, ið hava heiðurin líka væl uppibornan.
- Tað sita so nógv onnur listafólk kringi landið, sum sannliga hava uppborið ein heiður fyri sítt arbeiði. Onkra løtu havi eg næstan hug at krógva meg, og ivast í, um eg havi uppiborið hetta. Men fyrst av øllum eri eg glað og ikki sørt errin av at verða fyrsta konufólk, ið fær hendan heiðurin, sigur Tita, sum fegnast um at føroyskar listakvinnur nú skriva seg inn í hendan partin av okkara listasøgu.
- Eg haldi, at eg fari at møta upp í kjóla fyri at markera hesa stórhending fyri føroyskar listakvinnur, sigur Tita skemtandi.
Tær 150.000 kr sum fylgja við virðislønini fer Tita fyrst av øllum at brúka til at geva sær stundir til bara at gera sovorði, sum hon hevur hug til. At tað verður okkurt listarligt er lítið at ivast í. Tita er í løtuni í holt við fleiri listarligar verkætlanir, millum annað eina framsýning á Ráðhúsinum í Keypmannahavn í mars mánað og afturvendandi framsýningina Dyr í Müllers Pakkhúsi í summar.
Úr grundgevingini:
Í grundgevingini fyri at lata Titu Vinter Mentanarvirðisløn Landsins, sigur Virðislønarnevndin millum annað:
Mentanarvirðisløn Landsins verður latin Titu Vinther fyri hennara slóbrótandi arbeiði innan vevlist í Føroyum. Hóast hon ikki er uppvaksin í Føroyum, fær hon nógvan íblástur úr føroysku náttúruni, og er hon ein sonn undangongukvinna og serfrøðingur í plantuliting og at nýta tilfar úr føroysku náttúruni yvirhøvur. Eisini hevur hon torað at brúkt annað tilfar enn tað vanliga og siðbundna; bæði menniskjahár og hestahár eru komin undir hennara kønu hendur og eru tvinnað og spunnin inn í listaverkini. Listarverkið Santa Pæturs nót, sum er vevað úr menniskjahárum, hevur fingið sera góð ummæli bæði her heima og í øðrum londum. Fleiri av verkum hennara eru at síggja í Listasavni Føroya. Tita hevur megnað at lyft vevingina upp á eitt hægri listarligt støði, frá handverki til list, og á tann hátt hevur hon slóðað veg og veitt íblástur til aðrar kvinnur innan hesa listargrein.