Tjóðarhátíðin

Oddagrein

 

Hóast danska stjórnin noktar fyri, at vit eru ein tjóð, so ivast eingin føroyingur í, at í dag og í morgin halda vit tjóðarhátíð okkara. Neyvan naøkur onnur tjóð hátíðarheldur tjóðardagin so merkisvert, sum vit føroyingar gera tað.


Meðan aðrar tjóðir halda ein grundlógardag ella ein frælsisdag, halda vit dagin til minnis um deyða Ólavs hin Heilaga. Hesa náttina vaktu norðbúgvar ? Ólavs Vøka ? men nú eru tað bara føroyingar og eitt sløð av norðmonnum sum hátíðarhalda ólavsøku.


Ólavsøkan sigur tí nakað um, at føroyingar eru siðbundnir. Tað sigur okkum nakað um, at vit eru ein menta tjóð og ólavsøkan sigur okkum sanniliga eisini nakað um samleika føroyinga. Hesa hátíð eru vit øll føroyingar, so tað stendur eftir. Ja, mangur útlendingur skilir tað ikki, at til hesa hátíð stevnir meiri enn annar hvør føroyingur til høvuðsstaðin, og kanska ein fjórðingur er í tjóðarbúna okkara.


Men ólavsøkan er sanniliga eisini nakað av eini andsøgn. Samstundis sum hon er nakað av tí mest hátíðarliga, vit kunnu hugsa okkum, so er hon sannliga eisini ein veitsla við slíkum háttalagi, at vit ofta hava hug at venda bakið. Í so nógv rennur niður um hjá summum, men seinastu ólavsøkurnar benda kanska á, at føroyingar eru vorðnir meiri ?vaksnir? seinastu árini.


Tjóðarhátíðiner tíbetur ikki bara ein hátíð við tí politiska og kirkjuliga. Hon er sanniliga ein mentannarstevna og ítróttarstevna, so tað rungar eftir í. Og tað er alt hetta ? kappróður, møtini, fótbóltur, tombola, setanin, skrúðgongan, guðstænastan og løgtingssetanin ? sum ger ólavsøkuna til nakað heilt serligt.


Men nógv ? serliga foreldur ? hava ampa, tí ólavsøkan kostar eisini. Krøvini eru stór, og felagsskapir dúva jú eisini uppá at fáa pening til felagsarbeiðið. Tað er í finasta lagi, men tað skerst ikki burtur, at sumt kenst í so handilsligt. So nógv sum møguligt skal fáast burturúr teimum neyðars børnum. Á hesum øki átti felagsskapr heldur lagt dent á, at børnini og tey ungu fingu eina uppliving burturúr.


Hóast alt ? ein hátíð, sum vit kunnu vera fegin um. Góða ólavsøku øll somul!