Tjóðartingsval í Italia

Nógv bendir á, at fyrrverandi forsætisráðharrin Silvio Berlusconi kemur aftur til róðrið í Italia Fyri 62. ferð síðani seinna heimsbardaga skulu italiumenn aftur velja tjóðarting í dag og í morgin.

Kappingin er millum eina-miðhøgrasamgongu undir leiðslu av fyrrverandi forsætisráðharranum Silvio Berlusconi og eina mið-vinstrasamgongu hjá Walter Veltroni, sum er fyrrverandi borgarstjóri í Rom.

Tær seinastu meiningakanningarnar vísa, at Berlusconi-samgongan fer at fáa millum seks og níggju prosentstig meiri atkvøður enn mótparturin.

Valið varð útskrivað, tá mið-vinstrastjórnin hjá Romano Prodi tapti eina misálitisatkvøðugreiðslu í januar.