TF Holding og Finansiel Stabilitet hava undirskrivað endaligan sáttmála, ið staðfestir, at TF Holding keypir 70% av Eik Banka Føroya. Komandi nevndin fyri Eik er nú tilnevnd. Stjórin í Tjóðbankanum, Torben Nielsen, verður nevndarformaður.
Í dag er endaligur sáttmáli undirskrivaður um keypið av Eik Banka. Sáttmálin ásetir m.a., hvussu tilgongdin í sambandi við eigaraskiftið verður.
Keypið av Eik skal góðkennast av myndugleikum í Føroyum og Danmark, áðrenn sølan verður framd endaliga. Tí verður nú bíðað eftir, at viðgerðin ? m. a. í Kappingarráðnum ? verður liðug. Finansiel Stabilitet fer framhaldandi at stjórna Eik Banka, til svar er fingið frá myndugleikunum. Tó verður verandi nevnd skjótast gjørligt víðkað við tveimum nevndarlimum, ið TF Holding velur. Nevndin hjá Eik verður sostatt í fyrsta umfari fylgjandi:
Henrik Bjerre‐Nielsen, formaður
Marianne Simonsen, næstforkvinna
Niels Olsen
Birgir Mohr
Gunnar í Liða
Tá góðkenning av keypinum væntandi fyriliggur ‐ og keypið verður endaliga framt ‐ tekur nýggj nevnd við, og verður nýggjur stjóri settur fyri Eik Banka. Nýggja Eik nevndin verður tá mannað við seks nevndarlimum. TF Holding tilnevnir tríggjar og Finansiel Stabilitet ein. Harafturat tilnevna partarnir í felag tveir nevndarlimir, harav tann eini er nevndarformaður, og hin verður tilnevndur seinni. Avgjørt er, at tá góðkenning av keypinum fyriliggur, verður tað fylgjandi nevnd, ið kemur at stjórna Eik Banka:
Torben Nielsen, nevndarformaður (tó í fyrsta lagi frá 01.04.2011)
Birgir Mohr
Jóhannus Danielsen
Gunnar í Liða
Jørn Astrup Hansen
Sætti nevndarlimurin verður tilnevndur seinni.
Jørn Astrup Hansen heldur fram sum forstjóri fyri Eik Banka, til nýggjur stjóri tekur við. Kunngjørt verður seinni, hvør nýggi stjórin verður.
- Vit eru sera nøgd við endaliga sáttmálan og keypið. Nú gleða vit okkum til at fáa neyðugu góðkenningarnar og at fara til verka saman við Eik Banka ‐ til frama fyri allar kundarnar, starvsfólkini og føroyska samfelagið. Kann leggja afturat, at vit fegnast um, at núverandi tjóðbankastjóri, Torben Nielsen, tekur við sum nevndarformaður 1. apríl, tá hann leggur frá sær sum tjóðbankastjóri, sigur Regin Hammer, stjóri í TF Holding.