Tjóðbankin: Yvirskotið er ov lítið

Í síni greining av føroyska búskapinum finst Tjóðbankin at nógvu íløgunum hjá almennu myndugleikunum. Sambært Gjaldsstovuni vuksu íløgurnar hjá kommunum við 41 prosentum frá 2015 til 2016 og onnur 20 prosent eru játtaði í 2017.

 

Tjóðbankin hartar eisini landsstýrið fyri, at yvirskotið á fíggjarlógini er ov lítið, nú tíðirnar eru so góðar. Sambært fíggjarlógini verður eitt yvirskot á 205 milliónir krónur, men Tjóðbankin vísir á, at samstundis vænta kommunurnar eitt undirskot á 226 milliónir krónur. Tó tekur Tjóðbankin til eftirtektar, at skattainntøkurnar hjá kommununum væntandi verða nakað hægri enn mettar í fíggjarætlanunum hjá kommununum. Landsstýrið væntar, at kommunurnar fáa eitt yvirskot í 2017.

 

Tjóðbankin heldur, at vøksturin í almennum íløgum vísir tørvin á, at fíggjarætlanirnar hjá landi og kommununum samskipast betri, so at landsstýrið betri fær stýrt almenna búskapinum.

 

Tjóðbankin heldur, at lága arbeiðsloysi, tørvurin á arbeiðsmegi og stóri vøksturin í húsaprísum, undirstrikar tørvin á at landsstýrið og kommunurnar ikki økja um virksemi í landinum.

- Higartil hevur landsstýrið ikki verið ment at betra um almenna búskapin í nóg stóran mun undir hákonjunkturinum. Hetta merkir, at landsstýrið útsetur neyðugar tillagingar og vandi er tí fyri, at landsstýrið má fremja sparingar í einum lágkonjunkturi, skrivar Tjóðbankin.

 

- Fyri ikki at økja um upptúrin eigur yvirskotið á almennu kontuni tí at økjast skjótari enn landsstýrið ætlar. Síðani eiga landsstýrið og kommunurnar at umhugsa, um nakrar av stóru íløguætlanunum í almenna geiranum ella almennu partafeløgunum kunnu útsetast, skrivar Tjóðbankin.