Tjúgu ferðir upp í slag

Premier League: Manchester City stevnir móti meistaraheitinum við ótrúligari sigursrøð

Í gjár vóru fýra dystir í 26. umfari í Premier League. Spenningurin er við at fara út meistarastríðnum, har Manchester City er greitt á odda, meðan tað er við at koma spenningur í niðurflytingarstríðið.

Manchester City vann í gjár 2-1 á West Ham. Hetta er tjúgundi sigurin upp í slag í øllum kappingum hjá Manchester City. Heimaliðið skifti sjey spælarar frá sigrinum í vikuni í Champions League, men tað broytti einki í styrkini hjá Pep Guardiola og hansara monnum.

Í botninum er við at koma eldur í niðurflytingarstríðið, sum annars tóktist avgjørt fyri bara fáum vikum síðani. Nú eru bæði Fulham og West Bromwich farin at røra upp á seg. Í gjár vann West Bromwich 1-0 á Brighton í umstríddum dystir, har Brighton brendi tvey brotsspørk, umframt at liðið fekk kolldømt eitt mál í samband við eitt fríspark.

Í dag verða fimm dystir, har millum annað Manchester United, Arsenal, Tottenham og Liverpool skulu á vøllin.

 

1Man City26195252:1662
2Man Utd25147453:3249
3Leicester25154644:2749
4West Ham26136740:3145
5Chelsea25127641:2543
6Liverpool25117745:3440
7Everton24124837:3340
8Aston Villa24123938:2639
9Tottenham24106837:2736
10Leeds261121343:4435
11Arsenal251041131:2634
12Wolves26971027:3334
13Crystal Palace25951129:4332
14Southampton25861131:4330
15Burnley25771118:3028
16Brighton265111026:3326
17Newcastle26751427:4426
18Fulham254101121:3222
19WBA26381520:5517
20Sheffield Utd25322015:4111