Tjóvar gera um seg í myrkrinum

Streymloysið í New York og New Jersey gevur innbrotstjóvum og øðrum lógloysingum góðar arbeiðsumstøður, og løgreglan har hevur eisini úr at gera, skrivar New York Post.

Hjá New York Police Department siga tey, at tey tóku fimm fólk í gjár, og tey eru nú skuldsett fyri innbrot í býarpartinum Queens. Eisini aðrastaðni í býnum eru fólk tikin og skuldsett fyri innbrot. Handlarnir á Coney Island í Brooklyn siga, at har hava fleiri innbrot verið.

Í New York og har um vegir er løgreglan ovbyrjað frammanundan, og tí hava myndugleikarnir givið tjóðarhirðini boð um at standa tilbúgvin, um innbrotini halda fram, skrivar New York Post.