Danmark: Hetta gjørdu tveir menn ikki, tá teir í nátt komu koyrandi móti danska býnum Køge. Við sær høvdu teir ein flatskíggja og eitt surround stereo-anlegg, sum teir fyrr um kvøldið høvdu stolið í Hvidovre. Av tí at teir ikki vóru bundnir í beltið vórðu teir steðgaðir av løgregluni, og tá teir tóktust ørkymlaðir av hesum, fóru løgreglumenninir at kanna bilin nærri og komu tá fram á tjóvagóðsið. Umframt hetta høvdu teir eina startpistól við leysakrúti og dopingevni uppi á sær. Menninir eru nú leyslatnir eftir at verða avhoyrdir, meðan bíðað verður eftir einum eftirspæli í rættinum.