Tjóðveldi heldur eykafloksting

Í morgin verður eykafloksting hjá Tjóðveldi í Læraraskúlahøllini í Havn. Eykaflokstingið skal millum annað taka avgerð um, hvussu stillast skal upp framyvir. Í uppskotinum til bygnað floksins, eru fleiri dagføringar, millum annað er javnstøða ein partur í uppskotinum. Eisini skal eykaflokstingið taka avgerð um, hvussu stillast skal upp framyvir, nú Føroyar eru eitt valdømi.

Aðrar viðkomandi dagføringar eru eisini, sum knýta seg til mongu samskiftismøguleikarnir, sum eru í dag innan floksapparatið.

-Tað hevur týdning at dagføra viðtøkur floksins regluliga, so hetta kann koma politiska virkseminum til gagns, sigur Tjóðveldi í tíðindaskrivi.

Umframt bygnaðarligu broytingarnar, fer eykaflokstingið eisini at viðgerða politisku støðuna, umframt, at luttakarar fáa møguleikan at kjakast um eitt hvørt evni.

Eykaflokstingið er alment.